Bara ein persónur arbeiðsleysur á Sandoynni

Tað er bara ein arbeiðsleysur persónur á Sandoynni í løtuni. Í Norðoyggjum eru átta arbeiðsleys og í Vágum og Norðstreymoy eru níggju arbeiðsleys

– Arbeiðsloysið í Føroyum er metlágt, tað lægsta, eg veit um, sigur Magni á Deild, stjóri á ALS.

Tilsamans eru bara 158 fólk í Føroyum í løtuni, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. 88 kvinnur og 70 menn. Hetta sæst á heimasíðuni hjá ALS.

So hvørt sum arbeiðsloysistalið broytist, sæst tað beinanvegin á heimasíðuni hjá ALS.

Føroyar eru býttar upp í sjey øki, og í hvørjum øki stendur talið á teimum, sum fáa arbeiðsloysisstuðul í løtuni.

Tað merkisverda er, at á Sandoynni er bara ein arbeiðsleysur persónur. Í Norðoyggjum, í Vágum og í Norðstreymoy eru allastaðni færri enn 10 arbeiðsleys. Átta í Norðoyggjum og níggju í hinum báðum støðunum.
Í Eysturoynni eru 18 arbeiðsleys, í Suðuroynni 35 og í Suðurstreymoy 72.

Arbeiðsloysi minkar, tí í seinasta mánað vóru 245 fólk arbeiðsleys.

– Tað er Hagstovan, ið roknar út, hvat arbeiðsloysið er í Føroyum. Seinasta uppgerð er frá juni, og tá var arbeiðsloysið 1,1%. Eg veit ikki talið nú, men eg giti at tað man vera niðanfyri 1%, kanska 0,9%, sigur Magni á Deild, stjóri á ALS.

Hann vísir á, at talið á arbeiðsleysum vaks nakað í summar, men at nú er tað minkað aftur, og at tað ongantíð hevur verið so lágt sum nú.