Eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap

- Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi.

- Eitt ísfiskalínuskip er á Íslandsrygginum og kemur at landa í næstu viku. Restin av ísfiskalínuskipunum liggja.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at eitt frystilínuskip er á Føroyabanka, eitt er á Íslandsrygginum, og eitt er á landgrunninum. Haraftrat eru tvey í Grønlandi.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva, verður lagt aftrat.

 

Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri í vikuni.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.