Klokkan 17 vera tjúgundu oyggjaleikirnir settir á Bignold Park í Kirkwall í Orknoyggjum. 75 føroysk ítróttarfólk fara at kappast á leikunum komandi dagarnar.
Síðani fyrstu oyggjaleikirnar á Oynni Man í 1985 hava Føroyar vunnið 825 oyggjaleikaheiðursmerki. Á teimum 19 oyggjaleikunum, ið hava verið higartil hava Føroyar vunnið samanlagt 269 gullheiðursmerki, 255 silvurheiðursmerki og 301 bronsuheiðursmerki.
Besta føroyska úrslitið nakrantíð vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá vunnu Føroyar 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki. Tað er einasta ferðin vit hava vunnið oyggjaleikirnar. Á seinastu oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019 gjørdust Føroyar nummar trý av øllum oyggjalondunum. Á oyggjaleikunum í Gibraltar vunnu vit 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki .
Á oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017 gjørdust Føroyar nummar tvey á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 30 gullheiðursmerki, 27 silvurheiðursmerki og 30 bronsuheiðursmerki.
Á oyggjaleikunum seinast, ið vóru á Guernsey í 2023 gjørdust Føroyar nummar fýra á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 17 gullheiðursmerki, 21 silvurheiðursmerki og 26 bronsuheiðursmerki.
Á einastu oyggjaleikunum, ið eru hildnir í Føroyum gjørdust vit nummar trý. Á oyggjaleikunum í 1989 vóru vit bert eitt gullheiðursmerki aftanfyri Ísland, sum fá ár seinni fór úr oyggjaleikunum fyri at taka lut í Small Nations Games.
Vánaligasta úrslitið í oyggjaleikasøguni hjá Føroyum vóru á fyrstu oyggjaleikunum á Oynni Man í 1985. Tá vunnu Føroyar bert tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa føroysk fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Elmar var næstskjótasti svimjarin á einum so løgnum teini sum 66 2/3 metrum. Ein teinur sum ikki hevði komið fyri á oyggjaleikunum í dag.
Ein sum vann Føroyum nógvan heiður kring heimin til EM og HM-kappingar var svimjilegendan úr Vági, Pál Joensen. Pál vann á oyggjaleikunum millum 2007 og 2015 ikki færri enn 27 oyggjaleikagullheiðursmerki í svimjing. Tey munaðu sera væl tá gerast skuldi upp í heiðursmerkjabýtinum millum oyggjaleikalondini. Á oyggjaleikunum í Álandi í 2009 og á Oynni Wight í 2011 kendist tað næstan sum Pál var ein rockstjørna, so nógv fokus var frá miðlafólkunum hjá hinum oyggjalondunum á avrikini hjá Páli.
Í 2013 kappaðust Føroyar ikki í svimjing á oyggjaleikunum á Bermuda. Tá vóru vit nummar sjey av øllum oyggjaleikalondunum við 36 heiðursmerkjum.
Bert fýra oyggjalond við størri fólkatali enn Føroyar hava vunnið fleiri heiðursmerki enn vit.
Ermasundsoyggin, Jersey sum hevur 104.000 íbúgvar hevur samanlagt vunnið 1.819 heiðursmerki. Grannaoyggin, Guernsey sum hevur 66.000 íbúgvar hevur vunnið næstflest heiðursmerki. Guernsey hevur samanlagt vunnið 1.619 heiðursmerki. Oyggin Man sum hevur 84.000 íbúgvar hevur samanlagt vunnið 1.486 heiðursmerki.
Á fjórða plássinum er Gotland sum hevur 61.000 íbúgvar. Gotland hevur samanlagt vunnið 834 heiðursmerki. Vit eru við okkara 825 heiðursmerkjum nummar fimm á søguliga yvirlitinum.
Ísland sum bara tók lut á trimum oyggjaleikum, í 1985, 1987 og 1989 megnaði á trimum oyggjaleikum at vinna 136 heiðursmerki. Ísland og Malta fingu møguleikan at kappast á evropeisku smátjóðaleikunum - European Small Nations Games - sum eru leikir fyri tjóðir, ið hava undir eina miljón íbúgvar. Føroyar hava ikki olympisku viðurkenningini, ið krevst fyri at taka lut á teimum leikunum.
Keldur: Altjóða oyggjaleikasambandið og Wikipedia.