Einsamalla málið higar til í landsdystinum millum Portugal og Føroyar kom eftir 23 minuttum, tá Martins smekkaði til uttanfyri brotsteigin. Skotið varð avrættað, og so var Jákup Mikkelsen í føroyska málinum seldur.
Men í aðrar mátar hevur føroyska liðið staðið seg sera væl í verjupartinum. Mótstøðumenninir hava havt eitt dundurskot á tvørtræið í eini støðu, har markeringarnar ikki vóru nóg góðar, men í aðrar mátar hevur talan ikki verið um tær heilt vandamiklu royndirnar.
Hinvegin hevur føroyska liðið ikki megnað tað stóra niðan eftir vøllinum. Aloftast er trýstið stórt, tá bólturin verður vunnin, og við bara einum áleypara at spæla niðan á, eru arbeiðstreytirnar hjá Rógva Jacobsen nær tí ógjørliga.