-Líka síðani eg kom upp í politikk fyrstu ferð fyri 10 árum síðani hava vit tosað um at samansjóva og gera felags bíðilistar. Tí er ófatuligt, at slík dømi um dupultfunktiónir framvegis finnast innan føroyska heilsuverkið. Tað sigur Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
Spurdur, hví so einki er hent, hóast politikarar hava tosað um hetta í áravís, stendur Bárður Nielsen tó spyrjandi. Men nú má okkurt gerast, staðfestir hann.
- Játtarkarmarnir fyri føroyska heilsuverkið eru sera trongir næstu árini, og tí mugu og skulu vit handla. Tað skal vera eitt politiskt krav til sjúkrahúsleiðslurnar at rudda burtur dupultfunktiónir, sigur Bárður Nielsen.
Fíggjarnevndarformaðurin heldur tað ikki vera ein spurning um, hvørt tað er rætt at hava sjúkrahús á trimum støðum í landinum. Tann spurningurin er fyri sovítt ikki so áhugaverdur, heldur hann.
- Men tað skal vera eitt krav, at vit bara hava eitt sjúkrahúsverk í landinum. Tað skal bara vera ein skipari á Polo, og so mugu uppgávurnar býtast út harfrá, sigur Bárður Nielsen.
Aktuella dømið, har serlækni í urologi situr nærum hendur í favn á Suðuroyar Sjúkrahúsi, meðan hini sjúkrahúsini keypa sær avloysarar, heldur Bárður Nielsen lítið um.
- Tað er púra burturvið, hoyrir ongastaðni heima. Antin mugu sjúklingarnir flytast har suður, ella má læknin flytast norður um fjørðin, sigur Bárður Nielsen, sum sigur seg kenna fleiri onnur dømi um, at sjúkrahúsini ikki tosa saman.
Men politikarin Bárður Nielsen kennir dømi, hví handlar hann so ikki?
- Ja, vit politikarar mugu bara ásanna, at vit í alt ov langa tíð bara hava tosað um problemið. Nú noyðast vit at handla, tí fíggjarkarmarnir næstu árini fara at krevja stórar sparingar, sigur Bárður Nielsen.
Hann sigur seg hava álit á, at ætlanin hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at endurskoða bygnaðin í heilsuverkinum fer at bera á mál, soleiðis at ruddað verður út í dupultfunktiónunum.
- Tað skal bera á mál. Pengar eru snøgt sagt ikki til annað, sigur Bárður Nielsen.