Orðini eigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpi Føroya.
Hetta segði hon í einum annars áhugaverdum og viðkomandi innslagi um, hvørt tíðindafólk í Kringvarpinum skulu sleppa at nýta sína egnu dialekt í tíðindasendingunum.
Vit í Miðlahúsinum skulu gera kringvarpsstjóran varugan við, at tað eisini eru onnur, ið nýta málið professiónelt, og at tað eru aðrar útvarpsrásir í hesum landinum, til dømis Rás2.
Tá Annika Mittún Jacobsen varð sett sum stjóri í Kringvarpinum, visti hon ikki, hvar Miðlahúsið var
(Samrøða í Sosialinum 20. feb. 08)