Bara man var barn í dag

Jólini eru barnahátíðin mikla. Børnini eru so spent, og mangan er jólamánaðurin sera drúgvur at koma ígjøgnum. Tá hjálpir tað, at tað hendir nógv í jólamánaðinum, og nógv er at hyggja at, tí øll hava prýtt teirra heim so væl

Klaksvík: Jólaprýði, jólatrø, jólamenn og ikki minst jólagávurnar. Tað er nógv at gleða seg til, tá tað nærkast jólunum. Øll hava nógv at gera og stákast við at fáa alt tilreiðar, so jólini verða so hugnalig sum tilber.
Eitt tað fyrsta, sum hevur við jólini at gera, er, tá fólk fara at heingja jólaprýði upp. Børn elska at pynta til jóla, og klatrinissurnar verða hongdar upp allastaðni saman við perum, stjørnum og øðrum prýði. Tey heingja prýði upp í barnagarðinum, skúlanum og heima við hús. Og tað er so spennandi.
Fyrr var tað óivað líka spennandi at prýða til jóla, um enn fólk ikki áttu so nógv prýði. Men tað er munur á, hvussu dýrt prýði var fyrr og nú. Tá kundi tú neyvan keypa eina ljósketu við meira enn 30 perum í fyri undir 100 krónur. Í dag er tað púra vanligt, og tað ger ivaleyst sítt til, at tað virkar sum fólk hava nógv meira prýði hangandi uppi.
Uttanduraprýði
Eitt, sum sást so nógv meira til í dag enn fyrr, er uttandura prýði. Hava fólk eitt stakitt, eitt træ ella hvat tað nú skal vera, so sást sum oftast ein ljósketa hanga á tí. Og tað ger tað veruliga hugnaligt. Tað er ein vøkur sjón at síggja eitt peruskrýtt træ.
Men so eru tað eisini nøkur, sum hava heilt nógv prýði á húsinum sjálvum. Húsið á myndini er sanniliga eitt tekin um tað. Við ljósketum, blinkandi jóla- og kavamonnum í grasinum, sum syngja Santa Claus is coming to town og einari ljósmynd á sjálvum húsavegginum, sum hoppar upp og niður, er hetta eitt hús, sum fólk steðga á og hyggja at, tá tey ganga ella koyra framvið.
Tað sást langan veg, og á ein ella annan hátt er tað sera stuttligt at síggja. Tað minnir einamest um hús, sum ein sær í amerikanskum filmum.
Onkur hevur kanska hug at flenna og hugsa, at hatta er alt ov nógv av tí góða, men tá er tað, at ein átti at hugsa um børnini. Hvussu stuttligt hevði tað ikki verið at verið barn í hasum húsinum? Tí børnini hugsa nevniliga ikki so nógv um, hvussu onnur halda tað sær út. Og tað er gott at síggja, at tey vaksnu í hesum húsinum ei heldur gera tað. Hetta húsið fær heilst vist mong at hugsa, at bara man var barn í dag.
Eitt kvøldið gingu nøkur børn og mólu rundan um hetta húsið. Tey funnu brádliga útav, at um tey hoppaðu á grasinum tætt við jólamenninar, so fóru teir at blinka. Hetta var til miklan stuttleika fyri tey. Men so er bara at vóna, at perurnar ikki bresta av øllum blinkarínum, um nú øll børnini í grannalagnum finna útav, at jólamenninir kunnu fáast til at blinka.