Við sjey atkvøðum fyri samtykti meirilutin í Tórshavnar býráð 2. mars í ár endaliga at fremja stóru havnarútbyggingina á Sundi. Andstøðan atkvøddi blankt.
Soleiðis kann staðfestast, at breiða semjan, sum var í gamla býráðnum um stóru útbyggingina av vinnuøkinum á Sundi ikki er so breið longur.
Málið um grótið á Sundi og ætlanin hjá Tórshavnar kommunu at trífaldað havnarøkið á Sundi er ikki eitt gamalt mál.
Áðrenn nýggja býráðið tók við var full semja í býráðnum um at fremja ætlanina. Men tá málið endaliga varð samtykt í býráðnum 2. mars við at broyta byggisamtyktini soleiðis, at ætlanin kann fremjast, var tað bara nýggi meirilutin í býráðnum, sum atkvøddi fyri.
Tað var á fundi 31. oktober í fjør, at vinnunevndin samtykti at taka ímóti gróti frá Eysturoyartunlinum og fylla upp eystan fyri verandi bryggju á Sundi.
Áðrenn havnarøkið á Sundi verður víðkað, var neyðugt at broyta almennu byggisamtyktina.
Á fundi 16. november, beint aftan á býráðsvalið, samtykkir vinnunevndin at taka undir við tilmæli frá tekniska stjóranum og býararkitektinum um at broyta byggisamtyktina fyri økið, so ætlanin kann fremjast – og at beina málið fyri býráðið. Á býráðsfundi 16. november verður málið einmælt samtykt.
Málið verður so lagt fyri Kaldbaksnevndina 19. januar í ár. Nevndin er ónøgd við, at tey enn eina ferð ikki eru kunnað um tað, sum fyriferst á Kaldbaksfirði.
20. januar 2017 fekk kommunan mótmælisskriv frá borgarum í Kaldbak, har tey mótmæla, at havnarøkið á Sundi verður víðkað umleið 450 metrar eystureftir og umleið 100 metrar út á sjógv, tilsamans umleið 50.000 fermetrar.
Tey føra fram, at økið, sum talan er um at fylla út við gróti, er eitt vakurt og serstakt náttúruøki, og meta tey, at økið er fevnt av §6, stk. 2 í løgtingslóg um náttúrufriðing.
Tey vísa somuleiðis á, at tá vegur varð gjørdur til Kaldbaks síðst í 70’unum varð øll fjøran kring Kaldbaksfjørð »ofrað« til hetta endamál, og at økið, sum ætlaða broytingin í almennu byggisamtyktini fevnir um, er síðsta strekki av fjøru, sum gongur heilt oman á sjógv inni á Sundi.
Umsitingin metir ikki, at talan er um eitt serstakt náttúruøki av tí, at tað liggur upp at vinnuøki við virkjum í umhvørvisflokki 4-6, og hevur økið tískil longu mist tað náttúruvirði, tað einaferð hevði.
Grundgevingin fyri at umsitingin á fyrsta sinni metti tað vera ráðiligt at fara undir hesa broyting av byggisamtyktini eisini at umfata sjógvin er tí, at tað hevur víst seg, at stórur eftirspurningur er á vinnuøkjum í Tórshavnar kommunu – serliga vinnuøkjum móti sjógvi. Økið á Sundi, norðan fyri økið sum broytingin fevnir um, er longu vinnuøki, og av tí at verandi økið er í brúk, metir umsitingin, at ráðiligt er at taka av møguleikanum at vaksa um økið.
Enn er eingin ítøkilig ætlan um nýtslu av økinum, men fleiri hava víst áhuga í at leggja virksemi sítt í økinum, har ímillum Brennistøðin, Brandskúlin, Kosangas, Biogas o.o. Felags fyri hesar vinnur er, at fyrimunir eru við at staðseta tær tætt við sjógvin. Um hesi skulu leggja virksemið í økinum er neyðugt at víðka um vinnuøkið, av tí at tað ikki er pláss fyri teimum í verandi vinnuøki.
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæla nevndini til at halda fast við ætlaðu broytingina av almennu byggisamtyktini fyri økið sunnan fyri havnaøkið á Sundi.
Á fundi í byggi- og býarskipanarnevndini 15. februar í ár samtykti nevndin at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið og at halda fast við ætlaðu broytingina av almennu byggisamtyktini fyri økið eystan fyri havnarøkið á Sundi, so havnarútbyggingin kann fremjast.
Býráðið hevur fund 2. mars, har Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn atkvøða fyri at broyta byggisamtyktina, meðan Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin atkvøða blankt.
Fyri atkvøddu:
Annika Olsen
Gunvør Balle
Marin Katrina Frýdal
Jákup Dam
Turið Horn
Bogi Andreasen
Bergun Kass
Atkvøddu blankt:
Heðin Mortensen
Tróndur Sigurdsson
Bjørghild Djurhuus
Helena Dam á Neystabø
Halla Samuelsen
Annfinn Brekkstein