Bara tvær ferðir á langa teininum

Tað eru sjey FM kappingar í róðri. Tann fyrsta er á Norðoyastevnu í morgin. Eftir róðurin í Klaksvík verður kappast trý tey næstu vikuskiftini: í Runavík 9. juni, í Kollafirði 16. juni og í Vági 23. juni. So verður eitt frívikuskifti, áðrenn tað verður lagt til brots í Vestmanna 7. juli og síðani í Sandavági 14. juli.
Finalan í kappróðrarárinum 2012 verður ólavsøkuaftan, sum í ár er ein leygardagur.
Tað er merkisvert, at tað í ár verða so fáar kappingar á longsta teininum.
Á Norðoyastevnu í Klaksvík verður kappast á 1000 metrum og á 1500 metrum.
Á Eystanstevnu á Skála­fjørð­inum verður kappast á 1000, 1500 og 2000 metrum.
Á Sundalagsstevnu í Kolla­firði verður eisini kappast á 1000, 1500 og 2000 metrum.
Á Jóansøku í Vági verður bara kappast á 1000 metrum.
Á Fjarðastevnu í Vestmanna verður bara kappast á 1000 metrum.
Á Vestanstevnu í Sandavági verður bara kappast á 1000 metrum.
Á Ólavsøku verður kappast av Argjahøvda og inn undir Skipa­felagið. Tann teinurin er stívliga 900 metrar.