Barack og Michelle Obama gjørt sáttmála við Netflix

Fyrrverandi forsetahjúnini skulu framleiða tilfar til Netflix, sum hevur 125 milliónir haldarar.

Fyrrverandi amerikanski forsetin Barack Obama og kona hansara, Michelle Obama, fara umvegis framleiðslufelagið Higher Ground Productions at gera sendirøðir, filmar og heimildarsendingar til Netflix, upplýsti stroymingtænastan í dag.

 

Einki varð upplýst um treytirnar í sáttmálanum, ið Obama hjúnini hava gjørt við stroymingtænastuna, sum hevur 125 milliónir haldarar um allan heimin.

 

Í einari fráboðan í dag søgdu Obama hjúnini, at tað var teimum ein stór gleði tey árini, tey vóru í almennari tænastu, at hitta so nógv hugtakandi fólk, og at hjálpa hesum fólkum at greiða øðrum frá teirra upplivingum.

 

Fyrrverandi forsetahjúnini søgdu, at tað at siga eina søgu, kann geva okkum íblástur og fáa okkum at hugsa øðrvísi um heimin rundan um okkum.

 

- Ongin onnur tænasta hóskar so væl til tær søgurnar, ið vit vilja fortelja, sum tann hjá Netflix. Vit gleða okkum at fara undir hetta nýggja, spennandi samstarvið, søgdu Obama hjúnini, tá avtalan við Netflix varð almannakunngjørd.

  

Við avtaluni fáa fyrrverandi amerikonsku forsetahjúnini ein pall, sum er nógvar ferðir størri enn tann, sum aðrir fyrrverandi forsetar ofta hava valt sum rithøvundar og fyrilestrahaldarar, skrivar cnn.com.