Barakkirnar í Jónas Broncksgøtu

Hesar myndirnar eru av barakkunum, sum vórðu bygdar eystanfyri Jónas Broncksgøtu undir krígnum. Báðar myndirnar eru tiknar í 1943.

Tá bretar komu higar í 1940, settu teir ikki minni enn 31 barakkir upp
á hesum økinum, sum hýstu stórari deild av hermonnum. Eftir kríggið vórðu barakkarnar so við og við tiknar niður, og tilfarið kom væl við hjá havnarfólki.

Húsið fremst á niðaru myndini var kokkahúsið hjá bretum, tað húsið og barakkin oman fyri stóðu eftir at kríggið var liðugt. Tá arbeiðið upp á nýggju politistøðina byrjaði í 1964, vórðu hesar báðar barakkirnar tiknar burtur.

Nevnast kann, at kokkahúsið var fyrsta atelierið hjá Janusi Kamban, hann flutti inn í tey í 1949, og var har til 1964. Skeltið Staff only", sum bretar hongdu upp omanfyri hurðina í 1940, var hangandi líka til barakkin bleiv tikin niður í 1964.

Tey, sum hava okkurt av viðmerkja í samband við hesar myndirnar, eru vælkomin at ringja til Birgar Johannessen á tel. 314647 ella 214647.