USA kann gera avtalu um russiskar kjarnorkuriknar ísbrótarar

Tað er meira á skránni á toppfundinum í kvøld enn kríggið í Ukraina.

Kjarnorkuísbrótarin "Yakutia" sæst í havn í Sankta Pætursborg í Russlandi í 2022. Mynd: Igor Russak/Reuters/Ritzau Scanpix


Í USA hava verið innanhýsis samráðingar undan fundinum um at brúka russiskar kjarnorkuriknar ísbrótarar til at stuðla útbyggingini av gass- og LNG-verkætlanum í Alaska.

Tað siga tríggjar keldur, sum kenna til ætlanirnar, við Reuters.

Russland er einasta landið við einum flota av kjarnorkuriknum ísbrótarum, sum hava ein sentralan leiklut í at tryggja flutningin av gassi alt árið.

Trump-stjórnin hevur stríðst fyri at flyta gass úr Alaska til asiatiskar kundar.

 

 

Kjarnorkuísbrótarin "Yakutia" sæst í havn í Sankta Pætursborg í Russlandi í 2022. Mynd: Igor Russak/Reuters/Ritzau Scanpix