Í Klaksvík vann Teistin av Argjum, á Skálafjørðinum var tað Báran úr Hvalvík og Streymnesi, sum vann, og á jóansøku í Vági í dag, har tað er turt, og har róðrarlíkindini eru hampuliga góð, var tað aftur Báran, sum vann kappingina millum teir 14-16 ára gomlu dreingirnar.
Eftir róðurin í dag liggja Báran og Teistin stavn um stavn í FM kappingini. Báðir bátarnir hava 19 stig
Tað vóru tríggir bátar, sum vóru í flokki fyri seg. Umframt Báruna vóru tað Firvaldur av Tvøroyri, sum legði øgiliga bragdliga fyri, og so Teistin av Argjum. Hesir tríggir bátarnir løgdu seg skjótt bæði eina og tvær bátslongdir undan hinum, og í kappingini millum hesar tríggjar vísti Báran seg at vera tann stinnasti, hóast Teistin í endaspurtinum tók seg væl fram.
| 1 | Báran (HSR) | 05:36.25 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Teistin (AR) | 05:37.21 | +00.92 | 6 | ||
| 3 | Firvaldur (FSR) | 05:41.11 | +04.72 | 5 | ||
| 4 | Ørnin (SÍF) | 05:49.34 | +13.18 | 4 | ||
| 5 | Sævarmoy (KRF) | 05:54.33 | +18.16 | 3 | ||
| 6 | Bláni (TIND) | 05:56.29 | +20.08 | 2 | ||
| 7 | Flógvin (ERF) | 06:01.01 | +24.52 | 1 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 06:04.30 | +28.10 | 0 | ||
| 9 | Royndin Fríða (VK) | 06:08.36 | +32.22 | 0 |
| 1 | Báran (HSR) | 3 | 19 | ||
| 2 | Teistin (AR) | 3 | 19 | ||
| 3 | Firvaldur (FSR) | 3 | 16 | ||
| 4 | Ørnin (SÍF) | 3 | 12 | ||
| 5 | Sævarmoy (KRF) | 3 | 8 | ||
| 6 | Bláni (TIND) | 3 | 7 | ||
| 7 | Flógvin (ERF) | 3 | 2 | ||
| 8 | Æðan (AR) | 3 | 1 | ||
| 9 | Royndin Fríða (VK) | 2 | 0 |
rsf.fo











