Tað var sera spennandi kapping um sigurin í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum.
Luttøkan var stór, men tað var skjótt, at kappingin varð millum tveir bátar. Víkingur hevði mest sum alla tíðina drekastavnin undan. Froðbingur royndi at bjóða av, og eina løtu sá tað út til, at tað eydnaðist at minka um munin til ein skut og so ein hálvan skut.
Men í endaspurtinum var Víkingur tann drúgvari, og tá ið fremstu bátarnir fóru um málið, var tað ein bátslongd frá Víkingi og aftur til Froðbing.
Rádni úr Fuglafirði vann kappingina um triðja plássið við Sølmund.
Í FM kappingini er tað mest sum stavn um stavn millum Víking, sum hevur 20 stig og Froðbing, sum hevur 19 stig.
| 1 | Víkingur (HR) | 05:49.17 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 05:52.47 | +03.60 | 6 | ||
| 3 | Rádni (ÍF) | 05:57.39 | +08.44 | 5 | ||
| 4 | Sølmundur (NSÍ) | 06:01.06 | +11.78 | 4 | ||
| 5 | Norðstovudánjal (SR) | 06:12.25 | +23.16 | 3 | ||
| 6 | Páll Fangi (KRF) | 06:15.26 | +26.18 | 2 | ||
| 7 | Lómur (AR) | 06:19.18 | +30.02 | 1 | ||
| 8 | Tvørabáturin (FSR) | 06:21.49 | +32.64 | 0 | ||
| 9 | Glyvrabáturin (NSÍ) | 06:30.13 | +40.92 | 0 | ||
| 10 | Smyril (VK) | 06:36.33 | +47.32 | 0 |
| 1 | Víkingur (HR) | 3 | 20 | ||
| 2 | Froðbingur (FSR) | 3 | 19 | ||
| 3 | Rádni (ÍF) | 3 | 14 | ||
| 4 | Sølmundur (NSÍ) | 3 | 13 | ||
| 5 | Norðstovudánjal (SR) | 3 | 6 | ||
| 6 | Páll Fangi (KRF) | 3 | 6 | ||
| 7 | Lómur (AR) | 3 | 6 | ||
| 8 | Glyvrabáturin (NSÍ) | 3 | 0 | ||
| 9 | Tvørabáturin (FSR) | 1 | 0 | ||
| 10 | Smyril (VK) | 1 | 0 | ||
| 11 | Hósvíkingur (HVR) | 1 | 0 |
rsf.fo











