Fert tú at ferðast í Føroyum í summar – ella verður tað ein túrur av landinum?
- Vit fara ein túr av landinum saman við systir míni, hennara maka og børnunum, beiggja mínum, damuni hjá honum og okkara foreldrum.
Tað sigur Sandra Nowicka.
- Vit fara at ferðast til heimlandið hjá okkum, Pólland, og vit royna at ferðast hagar annað hvørt ár.
Hvussu ferðast tit úr Føroyum til Póllands?
- Vit fara við Norrønu til Danmarkar og koyra síðan úr Danmark til Póllands.
Sandra sigur, at tað er ein langur biltúrur úr Danmark til Póllands.
- Biltúrurin tekur umleið 14 tímar, um koyrt verður út í eitt. Men, vit steðga ofta á leiðini at strekkja okkum beinini og hugna okkum.
Hon vísir á, at hesaferð er planurin at fara til eina stuttleikapark og yvirnátta á hotelli, bæði í Danmark og Týsklandi.
- Síðan koyra vit restina av teininum heim til Póllands, har vit fara at njóta tríggjar vikur saman við familjuni.
##med2##
Hevur tú ferðast í flestu oyggjum í Føroyum – ella er onkur oyggj eftir at vitja?
- Vit ferðast ikki so nógv í Føroyum. Okkum dámar best at fara uttanlands, tó eru vit minst einaferð um árið í summarhúsum í Føroyum saman við okkara vinapari og teirra børnunum. Tá koma vit eitt sindur runt í Føroyum.
Hvønn týdning hevur tað fyri teg at sleppa út at ferðast?
- Fyri okkum bæði og børnini hevur tað stóran týdning at sleppa út at ferðast. Vit elska tað og gleða okkum altíð líka nógv til ferðina, sigur Sandra Nowicka.











