Umsøkjarar fáa í mesta lagi 15.000 tons av reyðæti

Inn komu seks umsóknir um royndarfiskiskap eftir reyðæti, og avgerð er nú tikin um at játta trimum av umsóknunum tilsøgn um royndarloyvi

Fyri nøkrum árum síðan mælti Havstovan til at loyva royndarfiskiskapi eftir reyðæti í djúpa rákinum í Bankarennuni.

 

- Í 2020 vórðu givnar fimm tilsagnir um royndarveiðu eftir reyðæti. Hesar tilsagnir vóru galdandi í fimm ár, og eru nú gingnar út.

 

Í uttanríkis-og fiskimálaráðnum hevur tí verið lýst eftir nýggjum umsóknum.

 

- Inn komu seks umsóknir, og avgerð er nú tikin um at játta trimum av umsóknunum tilsøgn um royndarloyvi.

 

Sagt verður, at hvør umsøkjari í mesta lagi fær eina kvotu á 15.000 tons.

 

- Tilsagnirnar verða í fyrstu atløgu latnar fyri eitt ár og kunnu síðan endurnýggjast fyri eitt ár í senn í upp til fýra ár, um treytir í loyvinum og tilsøgnini eru hildnar.

 

Útlutaðar verða í mesta lagi átta tilsagnir.

 

- Tá tríggjar tilsagnir nú eru latnar, eru framvegis fimm tilsagnir tøkar at søkja um.

 

Tí siga tey í uttanríkis-og fiskimálaráðnum, at tey, sum hava áhuga at fara undir royndarveiðu eftir reyðæti, kunnu søkja ráðið um at fáa tilsøgn um royndarloyvi.

 

- Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn og so leingi, sum tilsagnir eru tøkar.

 

Lagt verður aftrat, at nærri upplýsingar um treytir og annað fáast við at venda sær til uttanríkis- og fiskimálaráðið.