Búsetur hevði 7,8 milliónir í avlopi í fjør

Búsetur hevði eitt avlop upp á 7,8 milliónir krónur eftir skatt í 2025. Tað er umleið 1,2 milliónir krónur meira enn árið fyri, tá avlopið var 6,6 milliónir krónur.

Tað sæst í roknskapinum fyri 2025, sum er kunngjørdur á roknskaparsíðuni vinnuvitan.fo í dag.

 

Bruttoúrslitið vaks úr 30,4 upp í 36,8 milliónir krónur, meðan rakstrarúrslitið (EBITDA) hækkaði úr 8,7 upp í 11,6 milliónir krónur.

 

Eginognin hjá felagnum er nú 32,9 milliónir krónur móti 27,5 milliónum árið fyri, og samlaðu ognirnar eru 77,7 milliónir krónur.

 

Í ársfrágreiðingini verður sagt, at úrslitið er betri enn væntað, tí frammanundan varð roknað við størri kostnaðarhækkingum. Samstundis verður víst á, at gongdin komandi árið framvegis er tengd at virkseminum í byggivinnuni, prísbroytingum og atgongdini at faklærdari arbeiðsmegi.

 

Búsetur hevði 46 starvsfólk við árslok 2025, eitt fleiri enn árið frammanundan.

 

Stjóir í Búsetur er Sjúrður Holm.