Leygardagin, tá jóansøka verður í Vági, verður ferðslan ávirkað, og vegastongsil ger, at bilførarar mugu koyra eftir Toftavegi og Fossavegi, um ætlanin er at sleppa vestur ella út í bygdina.
Í Vágs kommunu siga tey, at Toftavegur og Fossavegur verða skipaðir øðrvísi leygardagin, har partar av vegunum verða einsrættaðir, og starvsfólk fara at samskipa ferðsluna.
- Frá Toftavegi 1 og eystureftir (úteftir) til Toftaveg 26 verður vegurin einsrættaður. Her kunnu bilar bert koyra út í bygdina, eystureftir.
Frá Fossavegi 4 og vestureftir til Fossaveg 48 verður vegurin einsrættaður. Her kunnu bilar bert koyra vestur í bygdina, eystureftir.
- Tað verður trygdarfyritøkan VAKA, sum kemur at samskipa ferðsluna á Toftavegi og Fossavegi. Starvsfólk hjá VAKA koma at standa, har ferðslan verður einsrættað, og tey fara at vegleiða bilførarar.
Í Vágs Kommunu heita tey á bileigarar og borgarar um ikki at parkerað bilarnar á áðurnevndu vegastrekkjum, tá parkeraðir bilar kunnu órógva ferðsluna.
- Víst verður til almennu parkeringsplássini í Vági og annars til heimasíðuna hjá Vágs kommunu - www.vagur.fo











