Sílið svimur í flokki fyri seg

5-mannafør gentur 17-18 ár: Sílið vann aftur í dag sannførandi sigur og er stórur FM favorittu

Mynd: kvf.fo

Sílið við 17 – 18 ára gomlum gentum man vera mest sannførandi vinnarin av øllum kappróðrarbátunum í ár. Í dag vann Sílið triðja róðurin, og sigurin var so sannførandi, at tað ber næstan ikki til at ímynda sær, at nakar annar bátur fer at hótta Sílið í summar.

 

Í startinum høvdu bæði Tekla og Kollur hug at hanga uppií, men tað var skjótt, at drekastevnið stakk seg framum, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin hjá sannførandi gentumanningini hjá Havnar Róðrarfelag fór at verða.

 

Á málinum vóru tað átta sekund ella einar fýra bátslongdir millum teir tveir teir fyrstu bátarnar.

 

Tekla vann bronsuplássið, og tað var í kapping við Kellingina av Eiði, sum var minni enn eina bátslongd frá bátinum úr Klaksvík og aftur til eiðisgentur.

 

1 Sílið (HR)06:02.26+00.007 
2 Kollur (KÍF)06:10.15+07.786 
3 Tekla (KRF)06:22.41+20.305 
4 Kellingin (ERF)06:25.22+22.924 
5 Títlingur (HR)06:27.13+24.743 
6 Spógvin (NSÍ)06:30.31+28.102 
7 Æðan (AR)06:35.41+33.301
1 Sílið (HR)321 
2 Kollur (KÍF)318 
3 Tekla (KRF)315 
4 Kellingin (ERF)311 
5 Títlingur (HR)39 
6 Spógvin (NSÍ)37 
7 Æðan (AR)11

 

 

 

rsf.fo

 

 

 

 

 

 

 

       
       
       
       
       
       
      

Mynd: kvf.fo