Ormurin Langi vant burtur úr avbjóðarunum

10-mannafør: Klaksvíkingar stóðu seg heldur ikki í dag í kappingini við teir báðar bátarnar í høvuðsstaðnum

Mynd: kvf.fo

Ormurin Langi er bestur í kappingini millum 10-mannaførini. Ormurin Langi vann á Skálafjørðinum, og aftur í dag vann Ormurin Langi.

 

Havnarbáturin átti besta startin, og hinir báðir bátarnir fylgdu væl við á fyrstu metrunum.

 

Eftir startspurtin var Havnarbáturin framvegis fremstur, men so broyttist myndin á tann hátt, at Ormurin Langi hjá Róðrarfelagnum Knørri legði seg upp á síðuna á Havnarbátinum, og smátt um smátt rann Ormurin Langi væl skjótari enn Havnarbáturin.

 

Fram ímóti málinum var als eingin ivi. Kappingin var ikki tann sama, sum hon var tvær tær undanfarnu ferðirnar, og Ormurin Langi vann sera sannførandi sigur.

 

Í fleiri ár hava klaksvíkingar av álvara sett dám á kappingina millum 10-mannaførini. Soleiðis hevur tað ikki verið higartil í ár, og soleiðis var tað als ikki á jóansøku í dag. Klaksvíkingar fekk lakasta startin, og Klaksvíkingur endaði aftur í dag – fyri triðju ferð í ár – aftast. Tað eru tvær vkur til næsta FM kappróður, og tað skal nógv venda øðrvísi, enn tað hevur gjørt higartil í ár, um klaksvíkingar skulu blanda seg í kappingina um at vina.

 

1 Ormurin Langi (RK)04:47.11+00.007 
2 Havnarbáturin (HR)04:49.29+02.366 
3 Klaksvíkingur (KRF)04:52.15+05.085
1 Ormurin Langi (RK)320 
2 Havnarbáturin (HR)319 
3 Klaksvíkingur (KRF)315

 

rsf.fo

 

 

 

Mynd: kvf.fo