Báran setti Teistan upp á pláss

5-mannafør dreingir 14-16 ár: Dreingirnir úr Hvalvík og Streymnesi vunnu í dag, og Teistin av Argjum endaði næstfremst

Á norðoyastevnu var tað Teistin av Argjum, sum var suverenur vinnari. Ta ferðina vóru argjadreingir knapt fýra sekund frammanfyri Firvald hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, og so var Báran hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi nummar trý. Tað vóru 07.56 sekund frá Báruni og fram til Teistan.

 

Í dag vendi tað heilt øðrvísi. Báran úr Hvalvík/Streymnesi legði bragdliga fyri, meðan starturin hjá Teistanum ikki var so góður, sum hann var fyri tveimum vikum síðani.

 

Báran var fremst mest sum allan 1000 metra teinin. Firvaldur úr Froðbiar Sóknar Róðrarfelag hevði hug at bjóða av, men sum tað leið út ímóti málinum, so var tað Teisin av Argjum, sum royndi at hótta. Tað eydnaðist tó ikki argjadreingjum at fáa bilbukt við teir úr Sundalagnum.

 

Báran var á málinum eina stóra hálva bátslongd undan Teistanum, sum var meiri enn eina bátslongd undan Drekanum, sum aftur var tað mesta av tveimum bátslongdum undan Ørnini úr Sandavági og Sævarmoy úr Klaksvík, ið vóru í tættari kapping um fjórða plássið.

 

 

 

1 Báran (HSR)05:07.03+00.007 
2 Teistin (AR)05:08.34+01.626 
3 Firvaldur (FSR)05:11.28+04.505 
4 Ørnin (SÍF)05:15.04+08.024 
5 Sævarmoy (KRF)05:15.23+08.403 
6 Bláni (TIND)05:23.19+16.322 
7 Æðan (AR)05:26.22+19.381 
8 Flógvin (ERF)05:29.10+22.140 
9 Royndin Fríða (VK)05:36.29+29.520
1 Teistin (AR)213 
2 Báran (HSR)212 
3 Firvaldur (FSR)211 
4 Ørnin (SÍF)28 
5 Sævarmoy (KRF)25 
6 Bláni (TIND)25 
7 Flógvin (ERF)21 
8 Æðan (AR)21 
9 Royndin Fríða (VK)10

 

rsf.fo