Barbara innstillað til Oscar

Í februar fer Oscarnevndin at velja fimm filmar millum teir 40 innstillaðar filmar, sum kunnu fáa heiðurin sum besti útlendski filmurin. Barba er ein teirra

Filminstituttets festivaludvalg hevur gjørt av, at stilla filmin um Barbu og harra Pál hjá Nils Malmros inn til ein Oscar.

Við donsku innstillingini eru Barba við í kappingini um at gerast ein av teimum fimm útlendsku filmunum, sum verða innstillaðir í bólkinum »Besti útlendski filmur«.

Danska innstillingin varð almannakunngjørd í gjár, men avgerðin var í veruleikanum tikin á fundi hjá festivalnevndini í síðstu viku. Í nevndini sita umboð fyri danska filmsídnaðin og tey hava valt út Oscar-kandidatin millum allar aðrar danskar spælifilmir, sum hava havt frumframførslu síðan 1. november í fjør fram til 31. oktober í ár.

Tann danski filmurin, sum seinast kundi komið upp á tal hesaferð, er familjufilmurin »Sunes familie«, sum varð frumframførdur í gjár. Eingin heldur kortini, at hesin filmur er ein Oscar kandidatur, men fyri at rætt skal vera rætt skal hann kortini telja við í teimum filmunum, valt verður ímillum. Tí kemur almenn fráboðanin í dag.

Umleið 40 filmir uttan fyri USA - herímillum Barba og harra Pál - verður í komandi tíðini mettir av altjóða samansettu nevndini, forign Film Commetee undir amerikanska filmsakademinum, sum letur Oscarheiðurslønirnar. Nevndin fer ikki fyrr enn í februar at vísa á teir fimm innstillaðu útlendsku filmarnar, sum eru við í »endaspælinum« til Oscar-virðislønarhandanina í Los Angeles í mars mánaði komandi ár.

Danmark hevur tvær ferðir fyrr vunnið heiðurin sum »Besti útlendski filmurin«. Tað var í 1988 við »Babettes gæstebud« og í 1989 við »Pelle Erobreren«. árið eftir - í 1991, var »Dansen med Regitze« innstillaður, men vann kortini ikki.