Sjáldsama høgt listarligt støði, skriva norsku fjølmiðlarnir sum hava lagt seg á knæ fyri Barbaru. Tey flestu bløðini rósa filminum til skyggja, og sjálvandi leggja tey stóran dent á teirra egnu Anneke von der Lippe og Trond Høvik.
Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Um eg skal brúka gamla mátan at geva skoðsmál uppá, so hevur Barbara fingið eitt mgð, kanska eitt lítið UG. Norðmenn dáma væl nyggja filmin og hann verður spáddur til at gerast ein av teimum filmunum sum flest fara at hyggja eftir í heyst.
Av teimum stóru bløðunum eru fimm av teimum í so góðum lag eftir at hava sæð filmin, at hann fær terningkast seks. Bløðini sum geva hetta skoðsmál eru Fedrelandsvennen, Hamar Dagblad, Hamar Arbeiderblad, Telemarksavisa og Bergensavisa. Harafturat hava Dagbladet og Adresseavisa givið filminum terningkast fimm.
Dagbladet í Oslo skrivar at filmurin «er blitt en mektig og intens opplevelse enhver bør unne seg. Anneke von der Lippe gjennomfører en vanskelig hovedrolle med glans. Ikke bare hun. »Barbara« er velspilt hele veien og vakker.»
Hitt stóra dagblaðið í Oslo, Verdens Gang, gevur eisini filminum gott viðmæli. Her skrivar Jon Selås millum annað at filmurin er «en helt usedvanlig storslått, visuell og medrivende historie fra Færøyene på 1700-tallet». Um Anneke von der Lippe skrivar hann: «Hun er nesten hele filmen alene, når hun med kropp og sjel og en utrolig nyanserikdom maler frem den legendariske færøyske Barbara.» Jon Selås gevur filminum terningkast fyra, og tað grundgevur hann við at leikluturin sum Harra Pál ikki verður nóg væl spældur av Lars Simonsen.
Lokka av Barbu
Harald Kolstad í Arbeiderbladet er kendur fyri sjáldan at dáma teir filmarnar hann ummælir, men hann letur seg meir enn lokka av Barbara. Hann skrivar millum annað: «romantisk og bevegende underholdning på et kunstnerisk nivå som er blitt sjeldent i dagens film. Jeg ser ingen god grunn til ikke å la seg forføre av ³Barbara² .»
Norðurnorska dagblaðið Nordlys letur seg eisini lokka: «Det er en film som fanger deg fullstendig fra første bilde» og Bjørn H. Larssen endar sítt ummæli við: «Barbara er blitt en praktfull film. Vidunderlig deilig er den.»
Bjørn H. Larssen letur eisini væl at mátanum Nils Malmros letur hyggjaran hitta Føroyar og føroyingin: «Han tegner et fargerikt bilde av folket, formet av naturen og ikke minst av det havet brakte med seg om det så enten var fisken som ble til tørrfisk, eller virile franske gaster som måtte søke havn der og byttet vin med vann. Slike besøk kunne det også bli barn av.
Det er et gjestfritt og frodig folk han skildrer og en natur som kan ta pusten fra en i Jan Weinckes fenomenale bilder.»
Skeivan hárlit
Í Aftenposten (størsta dagblaðið í Noregi) fær Barbara tað vánaligasta ummæli. Her gevur Edel Bakkemoen filminum terningkast try. Sambært henni er filmurin ov langur og søgan er ov tunn. Um Anneke von der Lippe skrivar Adel Bakkemoen at hon ikki livir upp til Barbaru í bókini, men hevur skapt sína egnu Barbu. Sambært Aftenposten skal Barbara hjá Jørgen Frants Jacobsen vera ljóshærd og ikki myrkhærd.
Meðan ungdómsredaksjónin í tí statliga sjónvarpsfelagnum NRK ikki dámdi Barbaru, var ummæli í tí lysingarrikna TV2 sera gott.
Nógva umrøðu
Filmurin um Barbaru hevur fingið rættuliga nógva umrøðu í norskum fjølmiðlum. Norsku bløðini hava líka síðani Anneke von der Lippe varð vald til høvuðsleiklutin, skrivað javnan um filmin.
Millum annað hevur Aftenposten fleiri ferðir havt fólk í Føroyum fyri at fylgja filmupptøkunum og fyrstu sýningunum.
Hóast tey fletu bløðini hava fingið við sær at filmurin fyrigongur í Føroyum, so hava tey ein ringan óvana at kalla Barbaru-bókina fyri eitt danskt meistaraverk. Hetta vísir manglandi kunnleika til søguna, og orsøkina til at t.d. William Heinesen og Jørgen Frants Jacobsen byrjaðu at skrivað á donskum.