»Barbara« og tærsum gingu undan

Hevur Jørgen-Frantz Jacobsen lænt frá Emil Bruun og Hans Andreasi Djurhuus? spyr Jógvan Isaksen í hesi grein um Barbaru og Herr Peder Arrheboe eftir Emil Bruun og Beintu eftir Hans A. Djurhuus

Jørgen-Frantz Jacobsen var ikki tann fyrsti at brúka søgnina »Beinta og Peder Arrheboe« sum tilfar í føgrum bókmentum. Í 1893 gav presturin Emil Bruun út skaldsøguna »Herr Peder Arrheboe«, og í 1927 kom »Beinta« eftir Hans Andreas Djurhuus. Lítil ivi er um, at hesar báðar skaldsøgurnar hava verið Jørgen-Frantzi kunnugar, men hava tær havt nakra ávirkan á handfaringina av sagnartilfarinum í »Barbaru«? Latið okkum, áðrenn vit svara spurninginum, líta eitt sindur nærri at hesum báðum bókum.


Emil Bruun

Skaldsøgan hjá Emil Bruun hevur undirtittulin »Fortælling fra Færøerne fra det 18de Aarhundrede« og kom út í 1893 »I kommission hos H.N. Jacobsen«. Í føroyskum høpi er Emil Bruun ivaleyst best kendur sum hann, ið fyrireikaði Janus Djurhuus til at fara undir hægri lestur. Um hendan mann skrivar Hanus Andreassen:

»Emil Victor Schau Bruun kom til Føroya í 1889 og gjørdist prestur í Vága prestakalli tann 18. mars hetta árið. Hann var prestur vesturi í Vágum til november 1892 og fekk síðani kallið í Havn. Emil Bruun skaraði á mangan hátt framúr, bæði sum prestur og sum andsmenni. Hann var í fyrsta lagi ein óvanliga virkin maður. Fáar mánar eftir at hann var komin til Føroya, fór hann at geva út Færøsk Kirketidende, eitt tíðarrit á rættiliga høgum støði. Í 1893 kom søguliga skaldsøga hansara, Herr Peder Arrheboe. Hann fekk í 1896 í lag, at farið varð undir at byggja Meinigheitshúsið í Havn, og hann var sálin í einum blómandi ungdóms- og upplýsingarvirki í Havnini. Sum talari var Bruun tikin úr leikum, og fólk tustu í kirkjurnar at hoyra hann prædika. Hann hevði stóra bókmentaliga vitan, og prædikur hansara vóru bótaðar við sitatum eftir Dante og Shakespeare. Bruun var føddur í 1864 og var sostatt í bestu árum um hetta mundið« (Hanus Andreassen: J.H.O. Djurhuus. Ein bókmentalig ævisøga I.


»Herr Peder Arrheboe« 1893

»Herr Peder Arrheboe« er stutt - bara 92 síður - og hóast Emil Bruun í mangar mátar hevur skarað framúr, so ger hann tað ikki sum høvundur. Skaldsøgan hevur lítið upp á seg, og í mun til »Barbaru« stígur hon ikki upp úr rossaspori.

Tann fyrsti triðingurin av »Herr Peder Arrheboe« sigur frá uppvøkstrinum og lestrarárum í Keypmannahavn, har Peder er tann ídnasti at stuttleika sær. Men so gerst hann vinur við ein pietist, sum eisini lesur til prest, og nú hálsar hann fullkomiliga um og sigur verðina frá sær. Vinmaðurin doyr ungur, men hevði ætlað sær til Trankebar sum trúboðari, og tað er hann, sum koyrir undir Peder Arrheboe at fara til Føroya í somu ørindum. Hetta er í góðum samsvari við pietismuna.

Tann danski parturin er langrøkjutur og hálvvánaliga skrivaður við íðuligum endurtøkum av somu navn- og lýsingarorðum. Somuleiðis leggur høvundurin í heilum upp í frásøgnina við ymiskum viðmerkingum. Í hesum partinum verður annars gjørt vart við, at tann skiftandi hýrur, sum fólk í Vágum søgdu eyðkendi harra Peder, longu kemur til sjóndar á ungum árum. Sum heild heldur Emil Bruun seg innan sagnarkarmar, men serliga her í fyrstuni - har søgnin ikki er komin upp í part - leggur hann fitt av sínum egna aftrat.

Peder Arrheboe fer til Føroya at taka starv eftir Niels Aagaard, sum nýliga er deyður, og á ferðini sigur skiparin frá konu harra Niels, og tað eru ikki vøkur orð, ið her fella:

»men Gud havde givet ham en arrig Kvinde, led som en Satans Engel, det var Herr Niels? Kors, det han bar med stille Taalmod som en ærlig kristen Præst. Hun voldte ham hans Død, den dumme Kvind«.


»En Satans Engel«

Um Benthe hoyrir harra Peder nógv aftrat og líka so ljótt, so tá ið hann hittir ta umrøddu kvinnuna, fær hann seg ikki at trúgva tí, fólk fortelja. Útsjónd og medferð boða ikki júst frá einum »Satans Engel«:

»Hun saa ud til at være omtrent jævnaldrende med Peder, hun var lille av Væxt, zart og fin af Legemsbygning; hendes Træk vare regelmæssige, og lange mørke Øjenhaar dækkede halvt over et Par milde, dybblaa Øjne. Hendes bløde, gule lokker skjultes næsten af hendes sorte Hovedbeklædning, hendes Dragt var en Enkes tækkelige alvorlige Klædning. Der laa en usigelig, stille Vemod udbredt over hendes hele Væsen, da hun traadte frem, paa en Gang frimodig og dog med den kvindelige Blufærdigheds hele Ynde«.

Hans Niclái Niclassen, keypmaður, sum annars er misnøgdur við ta mynd, Emil Bruun letur av Beintu, sigur, at lýsingin av útsjóndini er tann sama, sum langomman segði frá. Langomma Hans Nicláa tænti hjá Beintu og hevði bara gott at bera henni.

Hóast ávaringarnar ikki tróta, so giftist Peder Arrheboe við Benthe Christine, og skjótt vísir hon seg sum tann gívur hon er. Harra Peder temur hana so dánt, og tað verður fleiri ferðir tikið fram, at hann er einasti maður, hon hevur virðing fyri. Restin av »Herr Peder Arrheboe« fylgir í høvuðsheitum søgnini, og tað er eingin grund til at gera meira burtur úr her. Tað, sum í hesum viðfangi er áhugavert er, um Jørgen-Frantz Jacobsen hevur brúkt nakað úr bókini hjá Emil Bruun? Og tað er eftir øllum at døma ikki óhugsandi.


Líkskapur

Fyrst og fremst pietismuna. Emil Bruun letur harra Peder blíva pietist, og tað er orsøkin til, at hann fer til Føroya. Søgnin sigur frá, at harra Peder ikki altíð var sum hann átti, og Emil Bruun letur hetta í ein vissan mun vera ein tvídrátt ímillum lívsgleði og lívsnoktan, ímillum barokk og pietismu. Søgnin ber ikki við pietismu, og heldur ikki onnur skjøl, eg havi sæð, so hetta er ivaleyst ein uppfinning hjá Emil Bruun at greiða frá sinnalagnum hjá Peder Arrheboe. Søguliga hevur høvundurin ikki fast undir føti, tí pietisman gjørdi lítið og einki vart við seg í Danmark fyrr enn aftaná 1730, so tað er valla hugsandi, at Peder Arrheboe og vinmaðurin eru heitir pietistar longu tey fyrstu árini í 18. øld.

Hetta við pietismuni kann Jørgen-Frantz Jacobsen hava lænt frá Emil Bruun, og sum tann søgukøni maður hann var, hevur hann sæð, at skal hendan hugsan brótast við aðrar, so má søgan fara fram seinni í øldini. Í »Herr Peder Arrheboe« verða pietisma og tann gamla trúgvin - t.e. barokkur - fleiri ferðir settar upp ímóti hvørjari aðrari. Hetta er somuleiðis ein høvuðsandsøgnin, ikki í skaldsøguni »Barbara«, men í harra Páli sjálvum.

Dagin eftir, at harra Peder er komin til Føroya hoyrir hann »en ham ubehagelig højrøstet Latter«. Hann, sum flennir er tann tjúkki varapróvsturin Anders Lemwig, og hann heldur fram við sínum »ustandselige, skrattende Latter«. Tann Anders Lemwig, ið her kemur á pall er ikki líkur honum í »Barbaru«, men tann evindaligi láturin fær lesarin at hugsa um tann altíð læandi harra Servin í kapitlinum »Prestastevna«. Kanska hevur Jørgen-Frantz Jacobsen fingið eitt sindur av íblástri her?

Tann fyrsta ferðin til Vágarnar hjá nýggja presti er rættiliga lík henni í »Barbaru«. Í »Herr Peder Arrheboe« eru tað titulpersónurin og áðurnevndi Herr Anders, ið saman við Benthe, sum kemur í evstu løtu, verða rógvin til Kollafjarðar. Tey liggja nátt í Kvívík - ikki í Leynum - prestarnir hjá Kvívíkspresti, meðan tað ikki verður sagt, hvar Benthe svevur. Tað skilst kortini, at tað ikki er í prestagarðinum. Síðani halda harra Peder og Benthe leiðina fram til Miðvágs.

Í bókini hjá Emil Bruun spælir herr Peder javnan upp á ein lutt - ørindið »Min smukke, / Min Dukke« kemur eins og í »Barbaru« fyri - meðan Jørgen-Frantz letur Andrias vera luttspælara.

Skaldsøgurnar báðar eru sum nevnt stak ólíkar, og har Emil Bruun skrivar sína bók beinleiðis inn í søgnina við somu nøvnum, so brúkar Jørgen-Frantz Jacobsen einans søgnina sum karm og broytir nøvnini. Men, sum tað kanska skilst, so er tað ikki frítt fyri, at eg haldi, at føroyski høvundurin hevur funnið sær onkran smávegis íblástur hjá danska høvundinum. Størstan týdningin í »Barbaru« hevur tað pietistiska rákið, sum tað er hugsandi, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevur fingið hugskot til í »Herr Peder Arrheboe«.


»Beinta« 1927

Skaldsøgan hjá Hans Andreasi Djurhuus er heldur ikki av teimum drúgvu - 157 síður í fjórðingsstødd - og kortini tykist hon mangan lesaranum long, tí hon fá brot undantikin manglar spenning og framfýsni. Heilt burturvið er »Beinta« tó ikki.

»Beinta« er grundað á somu søgn sum »Barbara« og »Herr Peder Arrheboe«, men har søgnin fer beint í krovið á teimum trimum hjúnarløgunum - tað er har, tað leikar á - so leggur »Beinta« fyri við barnaárunum hjá høvuðspersóninum. Í hesum líkist bygnaðurin honum í skaldsøguni hjá Emil Bruun, har ein drúgvur partur snýr seg um tíðina, áðrenn ferðina til Føroya. Mótsett »Barbaru«, har eingin er høvuðspersónur í allari bókini, so eru Herr Peder og Beinta høvuðspersónar í skaldsøgunum, ið hava teirra navn. Einahelst í »Beintu« eru allir aðrir persónar enn sorinskrivaradóttirin eykapersónar. Skaldsøgubygnaðurin og frásøguhátturin gerast á henda hátt heilt øðrvísi enn í skaldsøguni hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Hóast »Beinta« av høvundinum er býtt í tríggjar bøkur - eina fyri hvønn prestin, ið giftist tittulpersóninum - so fellur hon í fýra partar. Umframt gifturnar verður sagt frá uppvøkstrinum hjá Beintu, men hesin parturin er lagdur saman við frásøgnini um fyrsta hjúnalagið. Hetta hevur við sær, at partarnir um hjúnaløgini við harra Jónas og harra Niels fylla líka nógv sum hann um Beintu og Peter Arrheboe.

Tá ið lesarin hittir Beintu eru hon og spælibróðirin, Kristjan, um fjúrtan ára aldur, og tey eru góð við hvørt annað. Men Beinta er sorinskrivaradóttir, og Kristjan soldátasonur, og tískil vil mamma Beintu steðga sambandinum við at noyða Kristjan at tæna harra Jónasi á Viðareiði. Kristjan rýmir av landinum og fer fyrst í danska og síðani í fremmanda hertænastu. Beinta er ólukkulig, og tann misti kærleikin og vónin um at finna hann aftur er leiðarmotiv í skaldsøguni.

Hví er Beinta ill?

Mamman, sum hevur noytt Kristjan at flýggja, sær eisini til, at Beinta skal giftast við tí sama prestinum, hagar Kristjan skuldi setast út. Harra Jónas er vorðin einkjumaður, og hann hevur fingið hug á tí vøkru Beintu. Beinta er ikki fegin, men lív hennara er kortini lagt í oyði, so hvar leiðin gongur, ger næstan tað sama: »Hon fór at verða prestakona á Viðareiði, og mamman hevði skyld í hesum«.

Beinta gerst hørð ímóti bæði manni og umhvørvi - í søgnini nevnist hon jú Illa-Beinta - og atburður hennara stavar frá viðferðini, mamman hevur givið henni. Hon vil vera við, at lívið fer at vera »eydnuleyst og tungligt«, men at hon skal »løna móður síni tað aftur, at hon gjørdi hana til prestakonu á Viðareiði. Eisini harra Jónasi vil hon løna, tó at hann einki ilt hevur gjørt, men bara elskað hana«. Hans A. Djurhuus letur lesaranum eina psykologiska frágreiðing, hví Beinta er so sint, sum hon er.

Við millumbilum frættir hon gjøgnum pápa Kristjan, hvussu sonurin búleikast úti í heimi, og vónin um, at tað skal blíva tey bæði, hvørvir ikki fullkomiliga, fyrr enn hon frættir, at hann er deyður í stríði í Frankaríkið. Um hesa tíð er hon einkja eftir bæði harra Jónas og harra Niels, men sama skipið, ið kemur við deyðsboðunum hevur eisini Peter Arrheboe við til Føroya.

Beinta og Peter Arrheboe giftast, og hon heldur seg í fyrstani vera góð við hann, »men her fór hon skeiv; tí menniskjan elskar bara eina ferð«. Og beint aftaná: »Hon var einsamøll og eydnuleys«. Men tað verður tikið fram fleiri ferðir, at umframt Kristjan, so er Peter Arrheboe einasti maður, hon virðir.

Petur Arrheboe missir kjóla og kraga av líktaluni hann heldir yvir bóndan á Ryggi. Høvundurin hevur ilt við at grundgeva taluna - hjá Hans A. Djurhuus er Peter Arrheboe ikki óður í høvdinum - og roynir at krógva sum mest í ullintum tilsipingum og romantiskum mjørka. Beinta og frákoyrdi prestur liva teirra mongu seinastu ár í eini smáttu í Sandavági, men ikki í klandri. Sum skrivað stendur: »Hon var góð við harra Peter, men tað var eingin eldur í góðsku hennara - hon hevði brunnið einaferð - og tá ið tann eldurin sloknaði, var friður fallin yvir hana«. Seinastu orðini hjá Beintu eru: »Kristjan - Kristjan - stjørnurnar - ber meg upp um stjørnurnar«. Orðini sipa til, at Kristjan fleiri ferðir fyrst í skaldsøguni ber hana yvir um ósan.


Íblástur frá tí eldra?

Beinta og Barbara eru ikki líkar. Har Barbara er glaðlynt og livir í løtuni, so er Beinta tunglynt og livir í dreymi. Tær eru kortini báðar tølandi, men á hvør sín hátt. Barbara tí hon er so sjarmerandi, Beinta tí hon er so vøkur.

Tað er lítil ivi um, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevur lisið skaldsøguna hjá Hans Andreasi, tá ið hann fer undir sína egnu. Teir kendust, og tað finst eitt stuttligt bílæt, har Hans Andreas og Janus Djurhuus eru avmyndaðir saman við Williami Heinesen og Jørgen-Frantzi. (Sí Hanus Andreassen: J.H.O. Djurhuus II, s. 231). Tað eru líkleikar ímillum skaldsøgurnar báðar, men um tað er tilvild, ella tann yngri høvundurin hevur fingið íblástur frá tí eldra, er í fleiri førum ilt at gera av.

Vandaferðir, sum hon hjá løgmanni og harra Pál, finnast eisini í »Beintu«, men í øðrvísi líki. Beint er gift harra Nielsi, og tey skulu við báti úr Havnini til Miðvágs í vánaligum veðri. Formanninum og presti dáma einki, men Beinta, sum er líkasæl um hon livir ella doyr - helst vil hon kanska doyggja - fær teir at halda á. Niels er bebbaræddur, meðan formaðurin »var annar maður - á honum kundi einki síggjast«. Beinta gerst hugtikin av honum, og hugsar fyri sær sjálvari, at soleiðis hevði Kristjan verið, um hann var á lívi. Meðan ódnin leikar í, hvørvur hon inn í egnar tankar og hugsar um støð, har »har hin lætta, kurteisliga menuettin varð dansað«. Tá ið harra Pál í illveðrinum stríðir seg um Kirkjubøreyn er tað menuettin frá fransavitjanini, sum melur í høvdinum á honum.


Tá ið Beinta seinni skal við Peter Arrheboe úr Havnini til Vágarnar, er aftur vánaligt veður, men hann er ikki bangin: »teir ivaðust í at venda aftur, men harra Peter bað teir bara halda fram - teir høvdu prest innaborða«. Beinta samanber Niels Aagaard og Peter Arrheboe, og niðurstøðan er: »Jú, hetta var annar maður«. Harra Peter er soleiðis nógv stinnari - bæði so og so - enn harra Pál í »Barbaru«.


Á vígvøllum fyri Mallebrok

Í »Barbaru« sigur Elin Katrina við høkjunum, »at eingin var ímóti Mallabrokk, sum livdi, tá ið hon var ung. Fútin kallaði hann Marlborough«. (Tann seinasta setningin hevur Christian Matras sjálvur lagt aftrat!) Spælibróðir og dreymur Beintu, Kristjan, doyr »undir merki Marlboroughs hertuga«. Mallebrok var nógv umrøddur í Føroyum, so hetta kan vera tilvild, men um somu tíð vísir tað, hvar bøkurnar eru settar í tíð. »Barbara« fer fram aftan á Marlborough, meðan »Beinta« fer fram um somu tíð sum søgnin og á døgum Marlboroughs.

Beinta fær sum barn í heilum koyrilin frá mammuni, og um Barbaru sigur Súsanna:

»Tað bøtir einki at tykta hana [...] Mamma hennara hevur bukað hana - á! Tá ið systkini bæði av Stakkanesi høvdu gjørt blóðskomm, tók hon hana sjálv við yvir á Skansa til at síggja hálshøggingina! Og aftaná - til tess at hon skuldi ongantíð gloyma tað - dró hon hana heim og gav henni eina sovorðna fleingju, at allur býurin hoyrdi tað!«

Finnast ongar aðrar keldur - og eg kenni tær ikki - so hevur Jørgen-Frantz Jacobsen ivaleyst lænt okkurt her frá Hans Andreasi Djurhuus. Júst sami tilburður kemur nevniliga fyri í »Beintu«, men her er tað avhøvdingin av einum suðuroyingi, sum mamman vísir henni og biðjur hana leggja sær í geyma:

»Tá ið tey vóru heim aftur komin, hevði móðirin tikið og loyst niður um hana og flongt hana so illa, at hon hvørki fekk sitið ella staðið, men mátti liggja í songini í samfullar fýra dagar - alt tí, at hon ikki skuldi gloyma tað, sum hon hevði sæð«.

Bara hetta hevði verið nóg mikið til at gjørt greitt, at Jørgen-Frantz hevur kagað í skaldsøguna hjá Hans Andreasi, men børnini, sum hava framt blóðskomm koma sanniliga eisini fyri í »Beintu«, men tá er høvuðspersónurin vaksin: »Nakrar dagar seinni vóru tvey systkin hálshøgd yvir á Skansa. / Tey høvdu sitið leingi, okkurt um hálvtannað ár, klagað fyri blóðskomm«.

Líkt er til, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevur sett tveir tilburðir í »Beintu« saman til ein. Hann hevur strammað hendingina við at skifta tann ónevnda suðuroyingin um við tey ungu systkini, sum flestu føroyingar hava hoyrt um, og á tann hátt dregur hann tað óhugnaliga fram.


Prestarnir og verðin

Harra Peter Arrheboe brýggjar seg ikki um hinar prestarnar, tí teir eftir hansara metan eru alt ov verðsligir. Her er hansara lýsing av einum prestafundi í Havn:

»Harra Peter flenti. Hann sá fyri sær alt hitt føroyska prestafylgið - hvør prestur andleysari enn annar, við ærbarum yvirbrá, drívandi av sjálvgóðsku - koma fram við.

Hann hevði verið á prestafundi í Havn á ólavsøku - hevði væntað sær stórt úrslit, men har var einki um kirkju og Gud - nei, tvørtur ímóti - talan var um ull, klæði, tubbak, mjøl og brennivín. Og í veitsluni, sum varð hildin, tá ið fundurin var lokin, varð drukkið og tvætlað, so hann at enda slapp sær burtur. Soleiðis vóru prestarnir, teir, ið leiða skuldu - og hvussu kundi so fólkið vera annað enn andleyst og dósið?«.

Lýsingin er fullkomiliga í samsvari við hana í kapitlinum »Prestastevna« í »Barbaru«, har tað bara er gjørt nógv meira burturúr. Hinvegin siga tær søguligu keldurnar, sum vit t.d. hava brúkt í kapitlinum »Skaldsøga og søgn«, at soleiðis vóru prestarnir og soleiðis tíggjaðu teir sær.

Annars tykist tað í fleiri førum, sum um Hans Andreas Djurhuus í sínum lagi hevur kagað í »Herr Peder Arrhboe« hjá Emil Bruun. Eitt dømi er, tá ið Niels Aagaard fyrstu ferð sær Beintu, hugsar hann eins og Peder Arrheboe, at hon sær so fitt og vøkur út, at tað ber ikki til, at hon er ónd. Eitt annað dømi er, at harra Peter einastaðni sigur, at »Hann hevði ætlað sær at fara til Trankebar sum trúboðari«.

Líkaleiðis situr harra Peter í heilum við einum lutti og syngur afturvið. Tað er eingin ivi um, at lutturin úr »Herr Peder Arrheboe« hevur verið funnin fressur hjá Hans Andreasi, tí so sleppur hann lættari framat við smáum ørindum og sangum, men tað bøtir ikki um skaldsøguna. Annars kemur ørindið úr søgnini ikki fyri í »Beintu«; ivaleyst tí tað er á donskum.

Harra Peter í »Beintu« er óræddur, viljafastur og so at siga uttan fáfongd. Hartil er hann musikalskur. Harra Pál afturfyri vágar ikki, tá ið um ræður, tað er so sum so við viljastyrkini, og tað er fáfongdin, sum drívur hann. Harumframt er hann ómusikalskur - í hvussu er í mun til Barbaru og Andrias.

»Beinta« er ein romantisk søga við fitt av teimum ónollum, sum ofta hanga uppi í hesum skaldsøguslag. T. d. øll tey nevndu ørindini, sum at kalla eru uttan týdning fyri søgugongdina, og hartil einari rúgvu av slankum í ymsar ættir, ið heldur ikki bera okkum fram á leið. Á ein hátt er »Barbara« eisini ein romantisk skaldsøga, men á einum heilt øðrum støði.

Tittulpersónarnir hjá Hans Andreasi Djurhuus og hjá Jørgen-Frantz Jacobsen eru stak ólíkir, men eitt hava tær í felag: tær eru gjørdar nógv mildari og hjartareinari enn hon í søgnini. Barbara er hon, sum líkist mest frá Beintu í søgnini, meðan høvuðspersónurin hjá Hans Andreasi tíðum fær herðindi av ómildni, men tað er tí, at mamman hevur spilt henni lívið.


»Barbara« og hinar

Sum eg haldi meg hava ávíst, so er nakað av líkleikum ímillum »Barbaru« og tær báðar skaldsøgurnar, sum gingu undan. »Herr Peder Arrheboe« hjá Emil Bruun hevur møguliga givið Jørgen-Frantz Jacobsen hugskotið at lata harra Pál vera umboð hjá pietismuni. Men fyri tað fyrsta flytir Jørgen-Frantz pietismuna hagar, hon hoyrir heima, og fyri tað næsta vísir hann greidliga, at harra Pál als ikki er pietistur.

Snúgva vit okkum síðani til »Beintu« hjá Hans Andreasi Djurhuus, so er tað ikki óhugsandi at ymiskt gongur aftur í »Barbaru«. Eitt eru vandaferðirnar, men tær vóru kortini so vanligar tá á døgum, eitta annað er Mallebrok, men tað kann vera tilvild. Men hetta, sum gongur sum ein reyður tráður ígjøgnum »Beintu«, at mamman til fánýtis hevur tyktað hana, tað haldi eg meg síggja aftur í »Barbaru«. Mamma Barbaru er ikki lýst sum sama illkvendi sum mamma Beintu, men báðar hava drigið døturnar at síggja avrættingar og síðani flongt tær.

Jørgen-Frantz Jacobsen hevur ivaleyst funnið sær onkran íblástur hjá undanmonnum sínum, men hesin er bæði broyttur og brúktur, so tað passar inn í hansara skaldsøgu.