Barbara P. Vang løgfrøðingur

10. mars tók Barbara P. Vang prógv sum løgfrøðingur við Københavns Universitet.

Barbara er av Tvøroyri, hon er dóttir Elin og Páll Vang. Hon arbeiddi í Føroya Banka í Havn frá 1988-92, har fekk hon eisini sína útbúgving sum bankaassistentur. Eftir tað var hon sum Au-pair genta í London, í kibbutz í Ísrael og fjakkaði í Asien. Hon tók studentsprógv í Danmark fra 1994-96. Saman við Dánjal Samuelsen úr Havn, eigur Barbara ein tveir mánaðar gamlan son.