Barca snávaði eisini

Okkurt kundi bent á, at leikararnir hjá Real Madrid og FC Barcelona hugsa meiri um ta seinnu semifinaluna í Champions League enn ta heimligu kappingina. Í dag tapti Real Madrid sín heimadyst ímóti botnliðnum Zaragoza, og í kvøld fekk FC Barcelona somu lagnu á útivølli ímóti Real Sociedad.

 

Barcelona kom annars á odda 1-0 við máli hjá Thiago, men tað eydnaðist heimaliðnum at venda dystinum og at vinna 2-1 við málum hjá Diego Ifran og Xavi Prieto.

 

Hetta var fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, at FC Barcelona hevur tapt á útivølli. Men liðið er framvegis klárt á odda í kappingini við átta stigum niður til Real Madrid og fýra dystum eftir at spæla.