Barca tapti aftur – Ronaldo setti met

Tað er aftur spenningur í La Liga, eftir at Barcelona tapti fyri aðru ferð upp í slag, samstundis sum bæði Atletico Madrid og Real Madrid vunnu. Nú er Barelona bara trý stig fremst.

 

Undan El Clasico dystinum í farnu viku var Barcelona heili tíggju stig frammanfyri Real Madrid. Í kvøld er støðan ein heilt onnur. Barcelona tapti í kvøld 1-0 á útivølli móti Real Sociedad. Luis Suarez hevði leikbann, og tað merktist væl.

 

Lionel Messi tykist troyttur og hugtungur á vøllinum, meðan Neymar verður pakkaður inn. Tá so ungi Munir als ikki slær til, so ber til at vinna á Barcelona. Einsamalla málið í dystinum skoraði Mikel Oiarzabal longu aftaná fimm minuttir.

 

Ronaldo í søgubøkurnar

Real Madrid greiddi sín setning á heimvølli móti Eibar. Heimaliðið vann 4-0. Longu aftaná 19 minuttir var støðan 3-0. Við einum máli í dag skrivaði Cristiano Ronaldo seg í søgubøkurnar, sum tann fyrsti nakrantíð at skjóta yvir 30 mál í seks fylgjandi kappingarárinum í La Liga.

 

Dysturin í dag var nógv merktur av, at Real Madrid í vikuni tapti 2-0 fyri Wolfsburg í Champions League. Kravið frá heimaáskoðarunum er, at Real Madrid skal koma víðari.

 

Torres í hopla

Atletico Madrid, sum liggur á øðrum plássi, vann 3-1 á útivølli móti Espanyol. Fernando Torres skoraði fyri triðju ferð upp í slag. Diego Simeone og hansara menn eru nú bara trý stig aftanfyri Barcelona.

 

Atletico Madrid skal í vikuni spæla móti Barcelona í fjórðingsfinaluni í Champions League, men tað verður uttan Fernando Torres, tí hann bleiv útvístur á Camp Nou í fyrra dystinum.

 

La Liga:

Real Madrid 4 - 0 Eibar

Espanyol 1 - 3 Atletico Madrid

Real Sociedad 1 - 0 Barcelona

 

1

Barcelona

32

24

4

4

87

27

60

76

2

Atletico Madrid

32

23

4

5

54

16

38

73

3

Real Madrid

32

22

6

4

93

29

64

72

4

Villarreal

31

16

9

6

39

26

13

57

5

Celta Vigo

31

14

7

10

44

52

-8

49

6

Athletic Bilbao

31

14

6

11

49

40

9

48

7

Sevilla

31

13

9

9

44

37

7

48

8

Malaga

32

10

11

11

30

29

1

41

9

Real Sociedad

32

11

8

13

40

42

-2

41

10

Eibar

32

10

8

14

43

48

-5

38

11

Deportivo La Coruna

31

7

16

8

40

44

-4

37

12

Las Palmas

31

10

6

15

34

43

-9

36

13

Espanyol

32

10

6

16

33

60

-27

36

14

Real Betis

32

8

11

13

28

45

-17

35

15

Valencia

31

8

10

13

34

38

-4

34

16

Rayo Vallecano

31

7

10

14

43

63

-20

31

17

Granada

32

7

9

16

33

57

-24

30

18

Sporting Gijon

31

7

7

17

32

52

-20

28

19

Getafe

31

7

7

17

28

54

-26

28

20

Levante

32

6

8

18

28

54

-26

26