Fótbóltur
Barcelona er í Champions League finaluni. Tann 27. mai spælir katalanski fótbóltsrisin finalu ímóti Manchester United á olympiska leikvøllinum í Rom. Men tað kravdi væl av hepni, tí synd er at siga, at Barcelona hevði uppiborið ein javnleik ígjár.
Chelsea var betri skipað enn Barcelona, og teir komu eisini til væl fleiri málmøguleikar, enn katalanska mótstøðuliðið. Men Chelsea fekk bert tað eina málið, sum Michael Essien meddaði í netið við einum dreymahøggi, tá bert 9 minuttir vóru farnir.
Satt at siga, so hevði Barcelona ikki eina ærliga roynd innanfyri rammurnar hjá Petr Cech í Chelsea-málinum í vanligu leiktíðini.
Men sum máliskan í politikki sigur: einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, og í yvirtíðini hevði Barcelona sína fyrstu roynd á málið hjá Chelsea. Iniesta sendi eitt knallhart skot upp í nettakið hjá Petr Cech, og spælarnir og áskoðarnir hjá Barcelona vóru í ekstasu.
Chelsea trýsti síðstu løtuna, og Michael Ballack meinti avgjørt, at hann var snýttur fyri eitt brotsspark, men norski dómarin, Tom Henning Øvrebø lætst ikki um vón.
Óheppin dómari
Spælarnir hjá Chelsea føldu seg snýttar fyri fleiri brotsspørk. Tá Tom Henning Øvrebø ikki dømdi brotsspark í yvirtíðini, helt Michael Ballack til beins eftir honum, og ta einu løtuna sá út, sum Ballack ætlaði at gera seg inn á Øvrebø, men týski miðvallarin gjørdi tíbetur ikki álvara av hóttanini.
Stutt eftir mótmælisgonguna hjá Ballack bríkslaði Tom Henning Øvrebø dystin av.
Aftaná dystin, var tað serliga Chelsea-framherjin, Didier Drogba, sum var óður inn á Tom Henning Øvrebø.
Didier Drogba vísti fyri opnum skermi hvussu óður hann var inn á norska dómaran. Hann fór beina leið yvir til Øvrebø, men tíbetur komu trygdarfólk í millum. Øvrebø gav fílabeinsstrandinginum tað gula kortið, men lítið hjálpti, Drogba var framvegis dansandi óður.
Tá Drogba var liðugur við at skelda Tom Henning Øvrebø, vendi hann sær ímóti sjónvarpsupptøkutólunum, peikaði á eygað hjá sær, og ýldi sum ein stungin grísur. Nærum allir Chelsea-spælarnir vóru misnøgdir við avrikið hjá Øvrebø.
Slaktaður í sjónvarpinum
Didier Drogba var so grovur í viðtaluni, sum SkySports hevði við hann aftaná dystin, at sjónvarpsstøðin valdi at klippa burtur úr úttalilsunum hjá fílabeinsstrandinginum, áðrenn teir sendu samrøðuna. V
iðmerkjarnir hjá SkySports góvu eisini Øvrebø av grovfíluni, og synd er at siga, at Brian Laudrup, Preben Elkjær og Peter Schmeichel stóðu aftast í køðini, tá tað kom til at lýsa avrikið hjá Tom Henning Øvrebø.
Lesarar hjá norsku netbløðunum, sum búgva í London hava givið til kennar, at tey tora ikki at siga, at tey eru úr Noregi, tí tey halda, at avrikið hjá Øvrebø kann koma teimum í vanda. Drogba og Chelsea høvdu annars nóg mikið av málmøguleikum, til at koma uppá 2-0, sum hevði punkterað dystin, men teir kendu ikki sína vitjannartíð. Tann tíðin vitjaði bara Barcelona á einum sinni ígjár, og teir tóku av í stundini.