Palestinar, sum halda við spanska fótbóltsfelagnum Barcelona, eru í øðini og hótta við at venda felagnum bakið, tí tað hevur bjóðað einum fyrrverandi fanga hjá Hamas til Spania at hyggja at einum heimadysti hjá liðnum.
Maðurin, sum hevur fingið innbjóðingina, eitur Gilad Shalit. Hann var ísraelskur hermaður, men limir í Hamas burturfluttu hann, og hann var fangi í Gaza-geiranum í fimm ár, til hann bleiv latin leysur í býti við palestinar, sum sótu í ísraelskum fongslum í fjør.
Ein talsmaður fyri Barcelona sigur, at felagið letur ofta ókeypis atgongumerki. At Gilad Shalit hevur fingið eitt kemst av, at hann hevur verið ítróttarviðmerkjari hjá einum ísraelskum blaði, síðani hann slapp úr fangaleguni hjá Hamas.
Men ta frágreiðingina góðtaka tey palistinsku viðhaldsfólkini hjá Barcelona ikki, og tað sæst aftur. Ein handilsmaður, sum millum annað selir ítróttarklæðir, sigur við tíðindastovurnar, at har keypir eingin Barcelona-búnar longur.