Barcelona hevur vunnið Champions League

Í fyrstu syftu er tað tó ikki fótbólsliðið, ið hevur vunnið

Í dag hevur finalan í Champions League í hondbólti verið leikt. Dysturin var ímillum hondbóltsliðið hjá FC Barcelona, ið sum kunnugt eisini hevur sítt fótbóltslið í Champions League-finaluni, og ungarska Vespremz.

 

Barcelona var á odda ígjøgnum allan dystin, og sigur teirra kom ongantíð veruliga í vanda. Hálvleiksstøðan var 14-10 til Barcelona, og endaliga úrslitið gjørdist 28-23 til Barcelona. Av kendum hondbóltsleikarum, ið leika við Barcelona, kunnu franski Nikola Karabatic og danski Jesper Nøddesbo nevnast.

 

Sum áður nevnt, so er tað fótbóltsliðið Barcelona eisini í Champions League-finaluni í síni ítróttargrein. Spennandi verður, um býurin Barcelona fær heili tvey Champions League-heiti at erpa sær av.