FC Barcelona og Bayern Munchen eru víðari til fjórðingsfinalurnar í Champions League. FC Barcelona vann 3-1 á Napoli, meðan Bayern Munchen vann 4-1 á Chelsea.
FC Barcelona var næstan ikki at kenna aftur í fyrra hálvleiki, tá hugsað verður um seinastu avrikini í landskappingini. Liðið spældi við yvirskoti, hevði tamarhald á meginpartinum av hálvleikinum og vóru neyvir frammanfyri málinum.
Longu aftaná 10 minuttir stútaði Clement Lenglet bóltin í málið til 1-0. Her kundi verið bríkslað fyri frísparki, tí franski miðverji hjá FC Barcelona skumpaði ein mótstøðuspælara. Miðskeiðis í seinna hálvleiki vísti Lionel Messi enn eina ferð bóltførleika í heimsflokki. Hann rak framvið trimum, áðrenn hann nærmast liggjandi sendi bóltin í handara síðunet.
Lionel Messi økti stutt seinni til 3-0, men málið bleiv kolldømt fyri hond. Vóru katalanarnir hepnir við dømingini í fyrra málinum, so vóru teir óhepnir í hesum førinum. Beint fyri hálvleik var Lionel Messi aftur upp á spæl. Hesa ferð stakk hann fótin í millum, tá Kalidou Koulibaly skuldi sparka vekk í egnum brotsteigi. Tað endaði – eftir minst fimm minuttir – við at dómarin segði brotsspark, sum Luis Suarez umsetti til mál.
##med2##
Napoli fekk ein lítla vón í yvirtíðini, tá Ivan Rakitic gjørdi sama mistak sum Kalidou Koulibaly. Lorenzo Insigne skoraði upp á brotssparkið. Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið tamarhald á tí mesta, men Napoli vóru nær við at minka um munin einar tvær ferðir.
Bayern Munchen var á odda 3-0 frá fyrru uppgerðini, og tað var talan næstan bara um ein avgreiðsluspurning. Longu aftaná 10 minuttir skoraði Robert Lewandowski upp á brotsspark, og hann setti eisini punktum við málinum til 4-1. Ivan Perisic og Corentin Tolisso skoraðu hini málini.
##med3##
Champions League 1/8:
Í dag:
FC Barcelona (1) – (1) Napoli 3-1 (3-1)
1-0 Clement Lenglet, 10
2-0 Lionel Messi, 23
3-0 Luis Suarez, 45 br
3-1 Lorenzo Insigne, 45+ br
FC Barcelona vinnur 4-2 samanlagt
Bayern Munchen (3) – (0) Chelsea 4-1 (2-1)
1-0 Robert Lewandowski, 10 br
2-0 Ivan Perisic, 24
2-1 Tammy Abraham, 44
3-1 Corentin Tolisso, 76
4-1 Robert Lewandowski, 84
Bayern Munchen vinnur 7-1 samanlagt
Í gjár:
Juventus (0) – (1) Lyon 2-1 (1-1)
0-1 Memphis Depay, 12 br
1-1 Cristiano Ronaldo, 43 br
2-1 Cristiano Ronaldo
Lyon vinnur samanlagt 2-2 við regluni um útivallarmál
Manchester City (2) – (1) Real Madrid 2-1 (1-1)
1-0 Raheem Sterling, 9
1-1 Karim Benzema, 28
2-1 Gabriel Jesus
Manchester City vinnur samanlagt 4-2
##med4##
Fjórðingsfinalur: August 12-15 (Lisbon)
Manchester City - Lyon
RB Leipzig vs Atletico Madrid
Napoli/Barcelona – Chelsea/Bayern Munchen
Atalanta - PSG
Hálvfinalur: August 18-19 (Lisbon)
Manchester City/Lyon - Napoli/Barcelona ella Chelsea/Bayern Munich
RB Leipzig/Atletico Madrid – Atalanta/Paris Saint-Germain