Barcelona trívist á San Siro

Bara ein av teimum seianstu fimm ferðinum hevur tað eydnast AC Milan at vinna á Barcelona á San Siro leikvøllinum í Milano.

 

Í kvøld verða tveir dystir í Champions League 1/8 finalini. Á San Siro í Milano tekru AC Milan móti Barcelona, meðan turkiska Galatasaray við Wesley Snejider og Didier Drogba á liðnum, taka móti týska Schalke 04.

 

AC Milan og FC Barcelona eru millum tey søguríku feløgini í evropskum fótbólti. AC Milan hevur vunnið Champions League sjey ferðir, meðan Barcelona hevur vunnið kappingina fýra ferðir.

 

Barcelona eru favorittar at koma víðari til fjórðingsfinaluna, men skal AC Milan gera sær nakrar vónir um at koppa katalanska stórfelagnum, so skulu teir helst vinna í kvøld.

 

Tað er bara eydnast AC Milan at vinna ein av teimum seinastu fimm Champions League dystunum móti Barcelona á San Siro. Undir greinini ber til at síggja samandrátt frá teimum dystinum.

Champions League – Fyrra 1/8 finala:

AC Milan – Barcelona (19.45)

Galatasaray – Schalke 04 (19.45)