Lionel Messi skorði bæði málini, tá Barcelona í kvøld vann 2-0 á Real Madrid. Verjuspælarin Pepe og venjarin José Mourinho fingu báðir reytt kort. Barcelona er saman við Manchester United ávegis Wembley, eftir at teir í kvøld vunnu 2-0 á Real Madrid á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid. Hetta var fyrra hálvfinalan í Champions League kappingini.
Tað komu trý reyð kort í dystinum. Eykamálmaðurin hjá Barcelona, Real Madrid verjuleikarin Pepe og Real Madrid venjarin José Mourinho vóru allir útvístir.
Tað skuldi verða besta lýsingin fyri fótbóltin, men longu í fyrra hálvleiki gjørdist greitt, at hetta fór at blíva alt annað. Real Madrid stillaði aftur verjukent upp, meðan Barcelona fyri tað mesta trillaði bóltin runt í verjuni. Umframt tað, so sá tað til tíðir út til, at teir 22 á vøllinum spældu um at vinna eitt Oscar steyp enn eitt Champions League steyp. Hjá Real Madrid gekk Angel Di María á odda við at tveita seg, meðan tað hjá Barcelona vóru Pedro og Sergio Busquets, ið venaðu seg á vøllinum, sum høvdu teir fingið eina kúla í pannuna, hvørja ferð onkur kom undir teir.
Besta møguleikan hjá Barcelona fekk Xavi, tá Lionel Messi spældi hann leysan, men Iker Casillas í Real Madrid málinum bjargaði. Fyri Real Madrid mundi Ronaldo eiga bestu royndina, tá hann smekkaði til útifrá. Í sjálvum hálvleikinum fekk eykamálverjin hjá Barcelona, José Pinto, reytt kort fyri eitt hvørt, ið hendi tá leikararnir fóru til hálvleiks.
Mest umtalaða støðan í dystinum kom, tá ein tími var spældur. Real Madrid miðverjin, Pepe, sum seinastu dystirnar er umskúlaður til verjukenda miðvallara, var ov seinur í eina takling. Týski dómarin, Wolfgang Stark, tóktist ráðføra seg við onkran av hinum dómarinum og gav Pepe reytt kort. Hetta fekk øði í alt Real Madrid liðið. José Mourinho gjørdist so óður, at eisini hann fekk reytt kort.
Eitt korter fyri tíð legði Barcelona seg á odda. Innskifti Ibrahim Afellay kom framvið Real Madrid verjuni og legði bóltin innfyri til Lionel Messi, sum fyri 51. ferð hetta kappingarárið skoraði fyri Barcelona.
Tríggjar minuttir fyri tíð var Lionel Messi aftur upp á spæl. Hann rak framvið allari Real Madrid verjuni, ið hjálparleys royndi at steðga bóltsnillinginum, og tað endaði við, at Messi trillaði bóltin í málið handan Iker Casillas. Lionel Messi hevur nú skorað 52 mál fyri Barcelona hetta kappingarárið. Liðini spæla retur dystin á Nou Camp um eina viku.
Champions League fyrra hálvfinala:
Real Madrid ? Barcelona 0-2
0-1 Lionel Messi, 76
0-2 Lionel Messi, 87