Barcelona vann steypið

Talan gjørdist um tryggan 4-1 sigur til Barcelona, tá teir í gjár spældu sponsku steypafinaluna móti Athletico Madrid. Athletico Madrid kom tó á odda eftir bara 10 minuttum, men tann leiðslan helt ikki leingi. Barcelona javnaði fyri steðgin, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skrædnaði av álvara. Við trimum málum upp á tíggju minuttir avgjørdu Messi & Co. dystin, soleiðis at Barcelona framvegis er á kósini at vinna bæði ligu, steypakapping og Champions League.