Barcelona vil hava Arsenal-leikara

Hann verður dýrur, men skal eftir ætlan loysa trupulleikarnar á høgra bakki.

FC Barcelona hevur trupulleikar á høgra bakki, har eingin Dani Alves er longur, og fyrsti avloysarin, Alexis Vidal, er langtíðarskaddur. Í løtuni er Sergi Roberto einasta loysnin til plássið.


Tað er neyvan nøktandi fyri eitt stórfelag sum FC Barcelona, og sambært tí vanliga væl upplýsta spanska blaðnum, Marca, so roynir felagið at finna teirra framtíðar høgra bakk í Arsenal.


Talan er um 22 ára gamla Héctor Bellerín, sum er uppvaksin í júst FC Barcelona, men sum 16 ára gamal skifti til Arsenal, har hann hevur bitið seg fastan og júst hevur gjørt nýggjan seks ára sáttmála.


Drúgvi sáttmálin hjá Bellerín við Arsenal ger tað ikki bíligari fyri FC Barcelona, sum væntandi má gjalda áleið 300 milliónir krónur fyri fyri høgra bakkin, um teir altso taka avgerð um at keypa hann í summar.