Uppreistrarmenn, sum stríðast ímóti Gaddafi-stýrinum í Libya, hava bumbað eina herstøð nærhendis havnarbýnum Ras Lanuf, sum er har eysturi í landinum. Sum skilst hevur stjórnarherurin svarað álopinum, men kortini hava uppreistrarmenninir fingið ræðið á floghavnini í býnum, skrivar Reuters.
Samstundis vita aðrar keldur at siga, at í minsta lagi 30 fólk lótu lív, tá hermenn hjá Gaddafi bumbaðu mál í býnum Zawiyah. Eisini ljóðar, at í høvuðsstaðnum Tripoli vóru harðir bardagar aftan á fríggjadagsbønina.
Tíðindastovurnar skriva, at bardagarnir hava gjørt, at oljuframleiðslan í Libya er bara hemingurin av tí, sum hon var, áðrenn ófriðurin kyknaði.