Bardagin um Donbas er serstakliga trupul

Donbas-regiónin har eysturi í Ukraina fevnir um fylkini, Luhansk og Donetsk, og tað er her, at eitt nú nógv umrøddi býurin, Bakhmut, liggur.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at ukrainski herurin stríðist eitt pínufult og trupult stríð í Donbas-regiónini.  

 

- Eg ynski at koma við einari serstakari heilsan til okkara herfólk um mót, styrki og úthaldni, sum hesi vísa í stríðnum í Donbas.

 

Soleiðis segði ukrainski forsetin í sínari video-talu í gjárkvøldið. 

 

Donbas-regiónin har eysturi í Ukraina fevnir um fylkini, Luhansk og Donetsk, og tað er her, at eitt nú nógv umrøddi býurin, Bakhmut, liggur.

 

Býurin, sum áður hevði stívliga 70.000 íbúgvar, liggur í stóran mun í knúsi. Russar hava í fleiri mánaðir roynt at tikið býin.

 

- Eg takki herinum, vaktarfólki og marknaðfólki, sum hava vart okkara støðir í Bakhmut og í býunum, Vuhledar, Avdijivka, Siversk, Svatove, Lyman og Zaporizjzja, segði forsetin í sínari talu.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.