Íslendingar skulu 29. august á fólkaatkvøðu um, hvørt landið skal taka samráðingarnar um limaskap í ES uppaftur.
Bárður á Steig Nielsen heldur, at íslendska fólkaatkvøðan er serliga áhugaverd úr føroyskum sjónarhorni, tí Ísland og Føroyar hava fleiri av somu avbjóðingum í sambandi við ES – ikki minst tá tað snýr seg um fiskivinnuna.
– Ísland er eitt samfelag, sum eisini hevur øgiliga nógva fiskivinnu, sigur Bárður á Steig Nielsen við Kringvarpið.
Hann vísir á, at júst fiskivinnan er ein av stóru forðingunum fyri at fáa undirtøku í Føroyum fyri einum tættari sambandi við ES.
– Avbjóðingin í Føroyum at fáa uppbakning fyri at fara í dialog við ES er, at fiskivinnan í ES-limalondum vanliga verður stýrd úr Brússel, og tað vilja føroyingar sjálvandi ikki hoyra talan um, tí tað primert er tað, vit liva av, sigur landsstýrismaðurin.
Tí heldur hann, at gongdin í Íslandi kann fáa týdning fyri føroyska kjakið um framtíðar viðurskiftini við ES.
Ein íslendsk kanning frá juni vísir, at góð 53 prosent av teimum, sum ætla sær á fólkaatkvøðu, ætla at siga ja til at taka ES-samráðingarnar uppaftur. Størsta undirtøkan er millum fólk í aldrinum 40 til 49 ár og í høvuðsstaðarøkinum. Í Eysturlandinum er undirtøkan hinvegin bert 23,9 prosent.
Men eitt ja til samráðingar merkir ikki, at íslendingar vilja gerast limir í ES. Sambært íslendska kringvarpinum er framvegis meiriluti millum íslendingar ímóti sjálvum ES-limaskapinum.











