Bárður og Anna afturvald til formann og næstforkvinnu

Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg er afturvald til formann og næstforkvinnu í Sambandsflokkinum

Sambandsflokkurin hevur landsfund í dag, tann 14. mars.

Bárður á Steig Nielsen er afturvaldur til formann floksins, og Anna Falkenberg er afturvald til næstforkvinnu.

“Sambandsflokkurin stendur saman og er klárur at beina búskapin á rætta kós. Løgtings- og Fólkatingsval eru um beint um hornið, og tí er alneyðugt, at vit fáa samlað sambandssinnaði.

Vit takka fyri álitið frá limum okkara og ætla at vinna álitið hjá Føroya fólki” siga Bárður á Steig Nielsen og Anna Falkenberg.