Bárður Olsen hevur í kvøld undirskrivað sáttmála til komandi kappingarár. Bárður Olsen sum í seinastu viku var og royndarvandi við NSÍ, fer tó ikki at spæla fótbólt í Runavík í hesum kappingarárinum.
Les eisini: Bárður Olsen venur við NSÍ
Hann heldur nevniliga fram í AB, har hann eisini hevur spælt seinastu tvey kappingarárini. Tað boðar heimasíðan hjá AB frá í kvøld.
Upprunaliga ljóðaði annars, at Bárður Olsen ikki skuldi halda fram í AB.
Sáttmálin millum Bárður Olsen og AB er galdandi fyri komandi kappingarár. 30 ára gamli Bárður Olsen hevur áður eisini umboða EB/Streym, B36 og HB.