Barn lá á psykiatrisku deild í eitt ár – óneyðugt

Orsøkin er, at Almannaverkið einki búpláss hevði til tað á nøkrum stovni

 

Í summum førum hendir tað seg, at børn hava verið innløgd á Psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, langt eftir at viðgerðin er liðug. Tað staðfestur Løgtingsins Umboðsmaður, sum hevur skrivað eina nýggja fráfreiðing um umstøðurnar hjá børnum við sálarsjúku, sum verða innløgd á psykiatrisku deild  

 

Í hesum sambandi staðestir hon, at dømi eru um børn, sum hava ligið í langa tíð á Psykiatrisku deild eftir at tey av røttum áttu at verið útskrivað. Orsøkin til tað er, at Almannaverkið Almannaverkið hevur einki pláss at bjóða børnum, sum ikki skulu heim aftur til foreldrini foreldrini at búgva aftaná innlegging.

 

Psykiatriski depilin upplýsir fyri Løgtingsins Umboðsmanni, at tey hava ikki skrásett, hvussu nøgv børn, talan er um, sum hava verið innløgd á Spykiatrisku deild hesi seinastu árini, tí at tey hava bíðað eftir einum tilboði frá Almannaverkinum ella øðrum tilboði.

 

Men eitt dømi er tó um eitt barn undir 18 ár, sum var innlagt í umleið eitt ár, har viðgerðin, har høvuðsorsøkin var at tað fekk einki búpláss uttan fyri psykiatrisku deild.

 

Eisini eru dømi um børn, sum í einum tíðarskeiði upp á eitt til tvey ár, hava verið innløgd fleiri ferðir í styttri og longri tíð, tí umstøðurnar heima ikki hava verið nøktandi at taka sær av teirra tørvi.

 

– Psykiatriski depilin metir, at vóru onnur tilboð til hesi børnini, hevði tað verið óneyðugt at tey vóru innløgd á Psykatrisku deild.

 

Her er ikki bara talan um tilboð um beinleiðis búpláss, men í summum førum hevði verið nóg mikið, at tey fingu ein persónligan stuðul, sigur Løgtingsins Umboðsmaður.