Barnaansingarmálið er væl lýst

Fleiri býráðslimir hava ført fram, at málið um barnaansingina í Havn als ikki var búgvið at taka støðu til, tá tað varð lagt fyri býráðið. Teir føra fram, at har vantaðu tøl, kostnaðarmetingar og framrokningar.

Hetta er kortini ikki rætt. Kostnaðarætlan og framrokning av barnatalinum í Tórshavnar kommunu fylgdu við málinum um at nøkta barnaansingartørvin ár 2003. Trivnaðarfyrisitingin gjørdi í juli mánaði í ár eina kostnaðarmeting, sum síðani tá hevur verið eitt skjal í málinum. Sama kostnaðarmeting er grundarlagið hjá Sosialu nevnd fyri at leggja málsetningin fyri býráðið.

At býráðslimir nú kappast um at fortelja fólki, at málið var ov illa lýst, vísir bara, at teir als ikki hava sett seg inn í málið. Framrokningarnar av barnatalinum vóru eisini við á býráðsfundinum. Samstundis sum býráðslimir á henda hátt siga beinleiðis ósatt, so er hetta eisini ein háan ímóti Trivnaðarfyrisitingini, sum hevur gjørt eitt stórt og grundleggjandi arbeiði fyri at lýsa málið út í æsir.

Ein teirra endurgevur eitt brot úr uppskotinum um politiskan málsetning á barnagarðsøkinum. Hann sigur, at hetta brotið ikki er búgvið at taka støðu til, og tí mátti málið aftur í nevnd. Men í uppskotinum er eisini eitt annað brot, sum hann ikki endurgevur. Hetta brotið er soljóðandi: ?Kommunan skal á hvørjum ári í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanini endurskoða málsetningin, soleiðis at útbyggingin støðugt er í samsvari við barnatalið í kommununi. Málið er at beina burtur bíðilistan á barnagarðsøkinum.?

Seinasta brotið tryggjar, at málsetningurin verður viðgjørdur í sambandi við fíggjarætlanina, og tí var ikki neyðugt at beina málið aftur har. Um býráðslimir veruliga vildu loysa barnaansingartørvin, so høvdu teir møguleikan á seinasta býráðsfundi.


Kostnaðarætlanin fyri at víðka barnaansingina í Tórshavnar Kommunu

komandi árini

???????????????????????????????????????????????????????????????????????

Fleiri børn Rakstrarkostnaður Íløgur/keyp

???????????????????????????????????????????????????????????????????????

2000 122 520.000 kr.

???????????????????????????????????????????????????????????????????????

2001 230 14.875.000 kr.

???????????????????????????????????????????????????????????????????????

2002 92 3.700.000 kr.

???????????????????????????????????????????????????????????????????????

Tilsamans 444 børn 13.646.550 kr. 19.095.000 kr.

???????????????????????????????????????????????????????????????????????


Her havi eg ikki sett upp, hvar útbyggingarnar skulu fara fram. Tað skjalið er eitt arbeiðsskjal og tí ikki búgvið at almannakunngera enn.


Elin Lindenskov, býráðslimur

Valevni Javnaðarfloksins

www.lindenskov.com