Barnablaðið 50 ár

Fimmti ár eru liðin síðani Barnablaðið kom út á fyrsta sinni, og í dag eru umleið helmingurin av øllum børnum, sum ganga í 1. til 7. flokki haldarar av Barnablaðnum

Í hesum sambandið hevði Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóðað til tíðindafundar í SMS, har felagið hevur hugvekjandi framsýning um útgávurnar hesi hálvthundrað árini.
Blaðið kom út á fyrsta sinni í 1928, og var tað Mikkjal á Ryggi sum tók stig til fyrstu útgávuna. Stundum hevur útgávuvirksemið ligið á láni, men síðani 1959 er blaðið komið út við jøvnum millumbili.
Blaðið er sjálvsagt nógv broytt hesi mongu árini, bæði í sniði og skapi, og Niels Jákup Thomsen, sum hevur stjórnað blaðnum síðani 1983, sigur, at tey alla tíðina hava lagt seg eftir, at blaðið skal vera nútíðarhóskandi og spennandi hjá lesarunum. Hetta, samstundis sum at eitt av aðalmálunum við útgávuni hevur verið at fjálga um og at stimbra børnum og ungum at lesa og skriva føroyskt tilfar.
 
Nýggjan blaðstjóra
Men tíðin fer við øllum, eisini blaðstjórum, og tí kunngjørdi Niels Jákup Thomsen, at nýggjur blaðstjóri nú tekur yvir, og verður tað Beinta Johannesen, sum hevur verið knýtt at blaðnum í eini 10 ár.
Beinta fekk eisini orðið, og greiddi hon frá, at tey hava stórar ætlanir fyri framman, eitt nú at gera eina heimasíðu til blaðið, umframt at skipa fyri ymiskum tiltøkum.
 
Heilsan frá Mentamálaráðnum
Í sambandi við at framsýningin um Barnablaðið lat upp í dag, flutti  landsstýrismaðurin í Mentamálum, Jógvan á Lakjuni, fram røðu. Har greiddi hann millum annað frá, at bæði í barnaheimi hansara og aftur nú, hann er vorðin vaksin, íkoma illstøður í syskinnaflokkinum, tá avgerast skal hvør teirra skal vera haldari av Barnablaðnum.
Landsstýrismaðurin segði annars, at:
- Tað skal stórt hegni til at geva út blað til so breiðan lesaraskara sum børn og ung. Vituligt er, at tað, sum tað 8 ára gamla barnið gleðir seg til, er tann 13 ára gamli unglingin vaksin frá. Soleiðis er, og soleiðis eigur tað at vera,  tí hvørt menningarstig hevur sín tørv. Eisini samtíðin, vit liva í, setur krøv bæði til innihald og snið.  Evnið skal vera viðkomandi, og stílur og skap hóska til tíðarandan.
Og hann segði víðari, at hetta setur stór krøv bæði til blaðstjóra og stjórn at fylgja við, hvussu barna- og ungdómsmentanin broytist og mennist, at duga at taka ímóti broytingum, seta nýggj mál og royna nýggjar leiðir, uttan at sleppa endamálinum og tí fakliga og etiska støðinum.
- Tit eru í einara støðugari kapping við aðrar miðlar, ymisk barna- og ungdómsbløð, sjónvarp og tær mongu skráirnar á alnetinum, segði Jógvan á Lakjuni, sum eisini vísti á, at blaðið innihaldsliga er broytt gjøgnum árini.
- Tann vælkendi Baldrian, sum øll á mínum aldri uttan iva minnast aftur og hava fylgt trúliga øll barnárini, verður í 1990 tikin av skránni, og í staðin koma teknisøgur úr ævintýrheimi, segði hann og vísti á, at tað er merkisvert, at fleiri av teimum føstu teigunum hava hildið fram so at siga øll árini, tó lívgaðir upp við uppseting, litum, myndum og broyttum heiti.
- Vit mugu sanna, at hetta ber boð um, at tað eru viðurskifti, sum ættarliðini hava hildið fast við, sum eru vorðin partur av okkara mentanararvi. Talan er eitt nú um tættirnar: Børnini skriva, børnini tekna, gaman, teknirøðir, skriva mær bræv, søgur ella ævintýr og úr Bíbliuni. Henda seinasta táttin kenna vit eldru aftur undir evninum, Latið smábørnini koma til mín, ella Í fyrstuni var orðið.
Framsýningin í SMS kemur í hæddina, tá Barnablaðið skipar fyri stórari konsert í SMS leygardagin, har eitt nú vælumtókti gentubólkurin Poppcorn og onnur fara at framføra.