Barnadiskotekið ein succés!

Royndartiltakið at hava barnadiskotek í Eclipse riggaði sera væl.

 

 

Tey ungu skikkaðu sær væl, fóru væl um og Haddaway lat sera væl at áhoyrarunum.

 

Fyriskipararnir siga nú, at hetta heilt vist verður roynt aftur. Tey hugnaðu sær í alkoholfríum umhvørvi, og undirtøkan var eisini góð.

 

Eisini við síðuna av gekk væl. Í Rex vóru fleiri møtt upp til 90-ára kvøldið, og tey sungu við.

 

Frá Haddaway skal heilsast og sigast, at hann fekk eitt upplivilsi fyri lívið. Ikki bara á pallinum men eisini í Nólsoy, sum hann vitjaði áðrenn framførsluna.

 

?Ein líkatil, lítillátin og positivur fýrur, var inntrykkið herfrá?, siga væl nøgdu fyriskipararnir.