Tíðindaskriv:
Skattaprosentið er óbroytt 20,5 prosent, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 6.000 krónum upp í kr. 7.000 krónur.
Dagstovnagjøldini verða óbroytt, triðja barnið er ókeypis, og skipanin við frítíðarkortinum á 2000 krónur fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár, heldur fram.
##med2##
Lántøkan verður sostatt 11.201 tkr. Tað merkir, at lántøkan netto er 8.291.000 krónur.
Nettoskuldin hjá Nes kommunu er d.d. 33 mió. kr., svarandi til 35 pct. av lániheimildini.
Í samband við stórar íløgur seinastu árini, hevur kommunan havt heimild at taka lán, men av tí at inntøkurnar hava verið munandi størri enn mett, og nakrar av ætlaðu íløgunum í 2024 eru seinkaðar, er lánibyrðan ikki vaksin nevnivert.
Í 2025 verður peningur serliga brúktur til at:
Gera brimverjuna í Oyrunum lidna
Gera trivnaðarøki við Rætt og fortreytir fyri at seta upp listarverk
Gera eitt øki til íbúðir byggibúgvið á umleið 4000 fermetrar sunnan fyri vatnbrunnarnar
Leingja Høganesvegn við 180 m, 8 sethúsaøki og 3000 fermetrar til íbúðir
Planera vinnuøkið norðan fyri Saltsøluna
Gera áskoðaraskýli á Svangaskarði
Skifta graslíkisvøllin á Svangaskarði
Skifta tak og klæða gamla partin av Frítíðarskúlanum
Skifta takið á 1981-skúlanum
Halda fram at skapa fortreytir fyri at bøta um útiøki skúlans
Gera gøtuna lidna av Agninum og út á Líðarenda á Nesi
Halda fram at uppstiga spæliplássini
Halda fram at uppstiga ávísar partar av eldrarøktini
Gjalda partin hjá Nes kommunu til stigabilin hjá SKS
Gera asfalteringar og ábøtur á ymsum vegum og gøtum. Eisini er avsett til vanligt viðlíkhald av kommunalum ognum annars.