Barnagarðurin á Kambsdali liðugur á vári í 2010

Bíðilistin verður burtur í Fuglafirði, tá ið barnagarðurin, sum fer at kosta 24,1 milliónir krónur, verður liðugur Arbeiðið við at fyrireika bygging av nýggjum barnagarði á Kambsdali gongur sína gongd. Ætlanin hevur verið, at barnagarðurin skuldi verða liðugur 1. august 2009, men nú hevur Fuglafjarðar býráð broytt tíðarætlanina soleiðis, at barnagarðurin skal takast í nýtslu á vári í 2010.

Tá ið barnagarðurin verður liðugur, verður eingin bíðilisti til ansingarpláss í Fuglafjarðar kommunu. Verandi bíðilistin, íroknað tey børn, sum skulu flytast úr dagrøktini og yvir á dagstovnin, er 60 børn. Umframt hesi verður rúm fyri 18 børnum afturat. Mett verður, at hesi plássini eisini fara at verða nýtt, tá ið nýggi dagstovnurin verður tikin í nýtslu á vári í 2010.

Samlaði kostnaðurin fyri barnagarðin á Kambsdali verður mettur at verða 24,1 milliónir krónur. 2,0 milliónir vórðu nýttar í 2007, 2,0 milliónir verða veittar í eykajáttan í 2008 og fluttar frá óbrúktari játtan í 2007, 8,0 milliónir krónur eru við í játtan fyri 2008, 8,0 milliónir verða veittar í íløgujáttan fyri 2009, meðan írestandi 4,1 milliónir krónur verða veittar sum íløgujáttan í 2010.