Í morgin, unnudagin 14. juni, klokkan 11.00 verður barnagudstænasta í Argja kirkju.
Sálmarnir verða teir meiri barnavinarligu sálmarnir í sálmabókini.
Prædikan verður samskifti ímillum prest og børnini við gittarleiki.
Eftir gudstænastuna verður kirkjukaffi, har okkurt sjálvandi eisini er til børnini.











