Einaferð vaks Adolf Hitler upp í húsunum í Eysturríki, men nú skulu húsini nýtast til politistøð.
Húsini hava heldur tunga søgu, men nú fáa tey nýtt lív.
Innanríkisráðharrin í Eysturríki kallar hetta eitt klárt tekin um, at húsini ikki skulu minna fólk á nazismuna og ræðslurnar, ið fylgdu við.
Húsini liggja í býnum Braunau am Inn, norðaliga í Eysturríki, og her var Hitler fyrstu tíðina í lívi sínum.
Myndugleikarnir hava í áravís heitt á eigaran, um ikki at nýta húsini til at draga ferðafólk og fólk á uttasta høgravongi til húsini, og gera tey til ferðafólkamál.
Í 2016 fingu myndugleikarnir loksins keypt skeytið uppá húsini, ið eru frá 1700 talinum. Prísurin var seks milliónir krónur.
Tað eru tey, ið hava viljað havt húsini tikin niður, meðan onnur hava havt onnur endamál í huga, eitt nú, at húsini kunnu hýsa flóttafólki, men húsini fáa aðra lagnu, tí avgjørt er nú, at tey skulu nýtast til politistøð.