Barnaheimið hjá Hitler til sølu

Býráðið í eysturríkska Braunau am Inn er komið í neyð, tí tey hava ikki ráð at keypa barnaheimið hjá fyrrverandi týska einaveldisharranum Braunau am Inn er vanliga ein ókendur býur norðarliga í Eysturríki, men í søgubókunum er hetta eisini heimstaðurin hjá Adolf Hitler.

Seinast mongu árini hevur barnaheimið hjá nazistiska einaræðisharranum verið nýtt sum millum annað bókasavn, banki og tekniskt institut, men nú eru húsini sett til sølu, og tað hevur skapt órógv í býráðnum.

Har óttast tey nevnliga, at nýnazistar ella -fascistum vilja keypa heimið og brúka hetta sum miðstøð. Tí ynskir býurin sjálvur at keypa húsini, men ein ætlaður søluprísur upp á einar 16 milliónir er meira enn tað, sum kommunukassin hevur ráð til.

Við BBC sigur Gerhard Skiba, borgarstjóri, at fær býráðið ikki samrátt seg til ein lægri prís, ætla tey at biðja stjórnina um fíggjarligan stuðul, soleiðis at óynsktir keyparar ikki keypa húsini.