Barnahúsið, sum skal taka sær av børnum, sum hava verið fyri likamligum harðskapi og kynsligum ágangi, hevur prógvað sítt virðið. Tað heldur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú Barnahúsið hevur virkað í eitt ár. - Barnahúsið hevur børnum og ungum, sum hava verið fyri harðskapi, eitt heildartilboð á einum staði og royndirnar av tí hava verið sera góðar, hetta árið, húsið hevur virkað, sigur landsstýriskvinnan.
- Tann størsta broytingin við Barnahúsinum er, at nú eru hjálpin og viðgerðin savnað á einum stað - Talan er um eitt trygt stað, har børnini kenna seg væl at koma, og har avvarðandi myndugleikar koma til barnið í staðin fyri, at barnið skal ferðast runt til ymiskar myndugleikar.
Arbeiðið hjá Barnahúsinum er at avhoyra barnið og kanna, um tað hevur verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi. Harumframt fáa barnið og familjan kreppuhjálp og ráðgeving í Barnahúsinum.
Hetta árið, Barnahúsið hevur virkað, er 45 mál viðgjørd í húsinum. Av hesum 45 málunum, er talan um 25 barnahúsmál og av teimum eru 17 mál liðugt viðgjørd. Afturat hesum eru 20 mál viðgjørd, har Barnahúsið hevur ráðgivið barnaverndartænastum kring landið, uttan at tað neyðturvuliga er talan um eitt mál, sum hoyrir undir virksemið hjá Barnahúsinum
- Av teimum 17 málunum, sum eru liðug viðgjørd, snúgva átta mál seg um likamligan harðskap, sjey mál eru um kynsligan ágang, og harafturat er tvey mál um kynsligan ágang og harðskap, ella hóttan um harðskap.
- Í alt hava 13 dreingir og fýra gentur verið fyri harðskapi. Fimm av teimum vóru í aldrinum 0-11 ár og níggju vóru 12-17 ár. Í trimum málum er aldur ikki upplýstur. Og tey, sum eru søgd at hava framt harðskapin, eru 15 menn og tvær kvinnur, sigur Almannamálaráðið.
|